Tú kanst stuðla landsinnsavningini á fleiri ymiskar mátar. Allur stuðul ger mun og hjálpir Reyða Krossi at hjálpa menniskjum í neyð.
Stuðulshættir
Tú kanst lætt stuðla hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi á netinum – antin einaferð ella við einari fastari mánaðarligari upphædd.
Til ber eisini at ringja á 90 56 56 og stuðla við 200 kr. Gev gætur, fyri at vera við í lutakastinum um bilin mást tú senda GEV í einum sms-boðum til 91 56 56.
Stuðla við bankaflyting
Tú kanst eisini flyta eina valfría upphædd beinleiðis á eina av okkara kontum:
- Føroya Banki: 6460 4946954
- Betri: 9181 4950013
- Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
- Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Stuðla sum fyritøka ella felag
Fyritøkur, feløg, kommunur og vinnurekandi kunnu fáa navn og stuðulsupphædd vísta á rullandi breddanum niðast á skíggjanum undir sendingini.
Mælt verður til at skráseta stuðulin so tíðliga sum gjørligt, og gjarna áðrenn sendingardagin.
Hvar fara pengarnir?
Stuðulin frá Landsinnsavningini ger tað møguligt hjá Reyða Krossi at hjálpa, har neyðin er størst – bæði í Føroyum og kring heimin.
Í Føroyum verður stuðulin m.a. brúktur til at hjálpa:
- familjum og einstaklingum, sum hava tað fíggjarliga torført, eitt nú við mat- og klædnahjálp
- fólkum, sum stríðast við einsemi, m.a. gjøgnum Vitjanartænastuna
- tilflytarum og flóttafólkum við málvenjing, felagsskapi og integratión
- børnum og familjum úr sosialt útsettum umstøðum, m.a. gjøgnum Summarleguna
- við tilbúgving, fyrstuhjálp og samarittatænastu, tá tørvur er á tryggleika og skjótari hjálp.
Kring heimin stuðlar Reyði Krossur menniskjum, sum verða rakt av kríggi, vanlukkum og øðrum humaniterum kreppum. Eitt nú røkka 200 kr. til at hjálpa fýra neyðstøddum børnum at fáa mat í ein mánaða.