Stuðla við gjaldskorti
Stuðla við gjaldskorti
Til ber at stuðla hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi við einum eingangsgjaldi ella við at gerast fastur mánaðarligur stuðul. Tú gert sjálv/ur av, hvør upphæddin er.
Kontonummur og aðrir stuðulsmøguleikar
Kontonummur og aðrir stuðulsmøguleikar
Til ber at stuðla við at flyta eina peningagávu á konto í peningastovnunum, og viðmerkja “Gáva”.
G.G. Ynskir tú at stuðla ávísum virksemisøkjum í Føroyum, ber til at viðmerkja eitt nú “Mat- og klædnahjálp”, ella “Vitjanartænasta”.
- Bank Nordik: 6460 4946954
- Betri: 9181 4950013
- Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
- Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Eisini ber til at ringja á 90 56 56 og harvið stuðla við 200 kr.
Gáva í sambandi við jarðarferð ella serligt høvi
Gáva í sambandi við jarðarferð ella serligt høvi
Nógv ynskja at minnast ein kæran ella hátíðarhalda ein serligan dag við at gera nakað gott fyri onnur.
Les meir um at stovna eina innsavning og at lata gávur til serlig høvi á leinkjuni her:
Hvar fara pengarnir?
Hvar fara pengarnir?
Pengarnir, sum tú stuðlar við, verða nýttir til yvirskipaða hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum ella kring heimin, uttan so, at eitt ávíst virksemi (eitt nú Mat- og klædnahjálpin) ella eitt ávíst átak (eitt nú í sambandi við stóra vanlukkur) verður tilskilað ella avtalað.