Reyðakrossbonkurin varð mentur í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi Føroya og sameinur føroyskt snið og handverk. Bonkurin er sniðgivin av Elin P. Andreasen hjá NOVUS innrætting & design og framleiddur í Føroyum av Havnar Træsmiðju.
Um Reyðakrossbonkin
Um Reyðakrossbonkin
Tankin handan Reyðakrossbonkin er at skapa ein bonk, sum bæði hevur eina praktiska funktión og ber ein boðskap um samveru og nærveru.
Bonkurin kann til dømis standa við eina gongugøtu, uttan fyri ein stovn, í einum almennum øki, í einum garði ella aðrastaðni, har tað er gott at kunna seta seg, hvíla seg ella vera saman við øðrum.
Á bonkinum stendur: til sess – til samveru – til svøvn – til sjón – til skjól – til stuttleika
Bonkurin er sniðgivin og framleiddur í Føroyum av Elin P. Andreasen hjá NOVUS innrætting & design og Havnar Træsmiðju. Hann er ætlaður bæði til innandura og uttandura nýtslu og er framleiddur við denti á góðsku og haldføri.
Frá hugskoti til føroyskt handverk
Til sess, til samveru, til sjón...
Bílegging og framleiðsla
Bílegging og framleiðsla
Beinkirnir verða framleiddir eftir bílegging.
Vit savna bíleggingar í framleiðsluumfør, og keyparin fær boð um væntaða leveringartíð, tá bíleggingin er váttað.
Prísur
1–2 benkur: 30.000 kr. pr. stk. (24.000 kr. uttan mvg)
3–4 benkur: 27.500 kr. pr. stk. (22.000 kr. uttan mvg)
5 ella fleiri: 25.000 kr. pr. stk. (20.000 kr. uttan mvg)
Bonkurin verður heintaður hjá Havnar Træsmiðju. Keyparin stendur fyri flutningi, uppseting og festing.
Alt avlopið av søluni fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.
Vilt tú vita meira?
Sí mál, tilfar, viðlíkahald, heinting, uppseting og aðrar praktiskar upplýsingar í vørulýsingini.