Minnisgáva ella gáva í sambandi við serligt høvi

 

Pexels Secret Garden 333350 931155

Nógv ynskja at minnast ein kæran ella hátíðarhalda ein serligan dag við at gera nakað gott fyri onnur.

Við einari gávu til Reyða Kross kunnu tit gera veruliga mun fyri menniskju í neyð – samstundis sum tit heiðra eitt menniskja ella eitt serligt høvi.

Til ber at stovna eina innsavning, har familja, vinir ella gestir kunnu lata gávur. 

Stovna innsavning í sambandi við jarðarferð

Stovna innsavning í sambandi við jarðarferð

Tá ein av okkara kæru andast, ynskja nógv at minnast viðkomandi við at lata eina gávu til eitt gott endamál. Ein minnisgáva til Reyða Kross er ein virðiligur máti at heiðra minnini um ein persón og samstundis hjálpa øðrum menniskjum.

Avvarðandi kunnu stovna eina innsavning til jarðarferðina, har fólk kunnu lata eina gávu og skriva eina heilsan. Avvarðandi fáa eftirfylgjandi eitt yvirlit yvir hvør hevur latið, samlaðu gávuupphæddina og møguligar heilsur.  

Útfyll teigarnar niðanfyri fyri at stovna eina innsavning í sambandi við jarðarferðir: 

* Kravdir teigar
Er ynski at stuðla einum ávísum arbeiði hjá Reyða Krossi ella virkseminum yvirskipað?
Stovna innsavning í sambandi við serligt høvi

Stovna innsavning í sambandi við serligt høvi

Í sambandi við føðingardagar, hátíðarhald, móttøkur ella onnur serlig høvi velja summi at biðja gestir um at lata eina gávu til Reyða Kross í staðin fyri blómur ella gávur. Soleiðis kann eitt gleðiligt høvi eisini gera mun fyri menniskju í neyð.

Til ber at stovna eina innsavning, har fólk kunnu lata eina gávu og skriva eina heilsan. Eftir tiltakið fær stovnarin eitt yvirlit yvir hvør hevur latið, samlaðu gávuupphæddina og møguligar heilsur.

Útfyll teigarnar niðanfyri fyri at stovna eina innsavning í sambandi við eitt serligt høvi: 

* Kravdir teigar
Er ynski at stuðla einum ávísum arbeiði hjá Reyða Krossi ella virkseminum yvirskipað?
Lat gávu í sambandi við jarðarferð
Lat gávu í sambandi við serligt høvi