Vit eru ómetaliga takksom fyri stóru vælvildina og stuðulin frá Føroya fólki.
Hjartans tøkk til øll - einstaklingar, fyritøkur, feløg, skúlar og onnur, sum stuðlaðu innsavningini, og til øll tey mongu, sum vóru við til at gera kvøldið møguligt!
Sí Landsinnsavningina 2026
Náddi tú ikki at síggja sendingina, ella hevur tú hug at síggja hana aftur?
Talan var um eina fjølbroytta sending við nógvum góðum tónleiki, áhugaverdum samrøðum og rørandi filmsinnsløgum, sum góvu innlit í hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi – bæði her heima og úti í heimi.
Tað ber framvegis til at stuðla
Hóast Landsinnsavningin er liðug, ber framvegis til at stuðla hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi – bæði sum einstaklingur, fyritøka, felag ella kommuna.
Vit eru takksom fyri allan stuðul. Allur stuðul ger mun og hjálpir Reyða Krossi at hjálpa menniskjum í neyð.
Hvar fara pengarnir?
Stuðulin frá Landsinnsavningini ger tað møguligt hjá Reyða Krossi at hjálpa, har neyðin er størst – bæði í Føroyum og kring heimin.
Í Føroyum verður stuðulin m.a. brúktur til at hjálpa:
- familjum og einstaklingum, sum hava tað fíggjarliga torført, eitt nú við mat- og klædnahjálp
- fólkum, sum stríðast við einsemi, m.a. gjøgnum Vitjanartænastuna
- tilflytarum og flóttafólkum við málvenjing, felagsskapi og integratión
- børnum og familjum úr sosialt útsettum umstøðum, m.a. gjøgnum Summarleguna
- við tilbúgving, fyrstuhjálp og samarittatænastu, tá tørvur er á tryggleika og skjótari hjálp.
Kring heimin stuðlar Reyði Krossur menniskjum, sum verða rakt av kríggi, vanlukkum og øðrum humaniterum kreppum. Eitt nú røkka 200 kr. til at hjálpa fýra neyðstøddum børnum at fáa mat í ein mánaða.