Tú kanst stuðla landsinnsavningini á fleiri ymiskar mátar. Allur stuðul ger mun og hjálpir Reyða Krossi at hjálpa menniskjum í neyð – bæði í Føroyum og kring heimin.
Stuðla - og vinn ein bil
Stuðla við 200 kr. og ver við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Mazda 6e.
Tú kanst keypa ein ella fleiri lutaseðlar beinleiðis her á síðuni.
Tú kanst eisini vera ringja á 90 56 56. Hvørja ferð tú ringir, stuðlar tú Reyða Krossi við 200 kr.
Gev gætur: Vilt tú vera við í lutakastinum um bilin við at ringja, skalt tú ringja í seinasta lagi á midnátt 30. oktober. Ringir tú eftir hetta, stuðlar tú framvegis við 200 kr., men ert ikki við í lutakastinum. Eftir hetta ber einans til at keypa lutaseðlar á heimasíðuni.
Fyri summi fartelefonhald er neyðugt at fylla pening á, áðrenn til ber at ringja. Fyll pening á hjá Føroya Tele - Fyll pening á hjá Nema.
Aðrir stuðulshættir
Tú kanst lætt stuðla hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi á netinum – antin eina ferð ella við einari fastari mánaðarligari upphædd.
Tú velur sjálv/ur upphæddina.
Stuðla við bankaflyting
Tú kanst eisini flyta eina valfría upphædd beinleiðis á eina av okkara kontum:
- Føroya Banki: 6460 4946954
- Betri: 9181 4950013
- Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
- Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387
Stuðla sum fyritøka, felag ella kommuna
Fyritøkur, feløg, kommunur og aðrir felagsskapir kunnu stuðla landsinnsavningini og fáa navn og stuðulsupphædd víst á rullandi breddanum niðast á skíggjanum undir sendingini.
Vilja tit vera við á rullandi breddanum frá byrjan av sendingini, mæla vit til at skráseta stuðulin so skjótt sum gjørligt.
Hvar fara pengarnir?
Stuðulin frá Landsinnsavningini ger tað møguligt hjá Reyða Krossi at hjálpa, har neyðin er størst – bæði í Føroyum og kring heimin.
Í Føroyum verður stuðulin m.a. brúktur til at hjálpa:
- familjum og einstaklingum, sum hava tað fíggjarliga torført, eitt nú við mat- og klædnahjálp
- fólkum, sum stríðast við einsemi, m.a. gjøgnum Vitjanartænastuna
- tilflytarum og flóttafólkum við málvenjing, felagsskapi og integratión
- børnum og familjum úr sosialt útsettum umstøðum, m.a. gjøgnum Summarleguna
- við tilbúgving, fyrstuhjálp og samarittatænastu, tá tørvur er á tryggleika og skjótari hjálp.
Kring heimin stuðlar Reyði Krossur menniskjum, sum verða rakt av kríggi, vanlukkum og øðrum humaniterum kreppum. Eitt nú røkka 200 kr. til at hjálpa fýra neyðstøddum børnum at fáa mat í ein mánaða.