Reyði Krossur Føroya bjóðar føroyskum kommunum at gerast kommunupartnarar fyri eitt tvey ára tíðarskeið á gangin.
Endamálið er at skapa eitt støðugari fíggjarligt grundarlag undir humanitera arbeiðinum hjá Reyða Krossi.
Leisturin tekur støði í einum árligum stuðli á 10 kr. fyri hvønn íbúgva. Kommunan kann tó sjálv gera av at lata eina aðra upphædd.
Stuðulin verður nýttur, har tørvurin er størstur, bæði í Føroyum og kring heimin. Eftir avtalu kann stuðulin oyramerkjast til eitt ávíst virksemi í Føroyum.
Kommunupartnarar 2026 - 2028
Kommunupartnarar 2026 - 2028
Vit eru ómetaliga takksom fyri tær kommunur, sum hava valt at standa saman við okkum um at hjálpa.
- Vágs kommuna
- Hovs kommuna
- Sumbiar kommuna
Vil tykkara kommuna gerast kommunupartnari?
Vil tykkara kommuna gerast kommunupartnari?
Setið tykkum í samband við okkum á redcross@redcross.fo ella tlf. 283630 fyri nærri kunning.