Um Reyða Kross Føroya

Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Vit eyðmerkja tey, ið eru mest viðkvom og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.

Fløgg

Við sjálvbodnari orku, virkar Reyði Krossur Føroya fyri at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin.

Endamálið hjá Reyða Krossi er at verja lív og heilsu á ein virðiligan hátt, og at virka fyri sínámillum semjum, vinalagi, samstarvi og varandi friði millum øll fólkasløg.

Alt arbeiði hjá Reyða Krossi byggir á tær sjey aðalreglurnar, ið eru felags fyri øll Reyða Kross feløg í heiminum, og sum eru galdandi og vegleiðandi fyri alt okkara virki.

Niðanfyri er kunning um tær sjey aðalreglurnar, viðtøkur, aðalfund og ársfrágreiðingar.

Tær sjey aðalreglurnar

Tær sjey aðalreglurnar

Reyði Krossur byggir á sjey aðalreglur, ið eru felags fyri øll Reyða Kross feløg í heiminum. Tær eru galdandi fyri alt okkara virki, og skulu haldast, soleiðis at hjálpararbeiðið verður skipað á ein álítandi og  dygdargóðan hátt, og soleiðis at tað ber til at veita røttu hjálpina har neyðin er størst kring heimin.

At vera menniskjalig

Reyði Krossur, ið upprunaliga tók seg upp til tess at veita ópartíska hjálp til særd í kríggi, roynir bæði lokalt og globalt at forða fyri og linna menniskjaliga neyð og líðing. Endamálið hjá Reyða Krossi er at verja lív og heilsu, tryggja virðingina fyri menniskjanum, umframt at fremja sínámillum semju, vinalag, samstarv og varandi frið millum øll fólkasløg.

At vera ópartísk

Reyði Krossur veitir hjálp uttan mun til tjóðskap, uppruna, trúgv, sannføring, klassa ella politiskar hugburðir. Reyði Krossur virkar fyri at linna líðingar hjá neyðstøddum menniskjum, og veitir hjálpina fyrst har, ið neyðin er størst.

At vera uttanveltað

Til tess at tryggja álit og dygd í hjálparvirksemi felagsins, áleggur hendan meginreglan Reyða Krossi at vera uttanveltaðan í mun til ósemjur av politiskum, rasuligum, trúarligum ella hugsjónarligum slagi.

At vera óheft

Reyði Krossur er óheftur. Landsfeløgini hjá Reyða Krossi hava skyldu at hjálpa lokalu myndugleikunum í sambandi við humanitert hjálpararbeiði, og samstundis halda landsins lógir. Tó skal Reyði Krossur undir øllum umstøðum varðveita sjálvstýri, so til ber at virka út frá aðalreglunum hjá Reyða Krossi.

At vera sjálvboðin

Reyði Krossur er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, ið ikki á nakran hátt virkar við vinningi fyri eygað.

At vera ein eind

Bert eitt Reyða Kross landsfelag kann vera í hvørjum landi. Landsfelagið skal vera opið fyri øllum áhugaðum, ið hava virðing fyri virki og meginreglum felagsins, og skal kunna útinna sítt humanitera arbeiði á øllum landaøkinum.

At vera algildug

Reyði Krossur er ein heimsumfatandi rørsla, og øll landsfeløgini hjá Reyða Kross hava somu støðu, og hava saman ábyrgd og skyldu at samstarva og hjálpa hvørjum øðrum.

Viðtøkur fyri Reyða Kross Føroya

Viðtøkur fyri Reyða Kross Føroya

Heinta pdf fílu 

Aðalfundur

Aðalfundur

Aðalfundur í Reyða Krossi Føroya verður sunnudagin, 22. mars 2026, kl. 15:00, í Stiðjagøtu 6, Tórshavn.

Skrá sambært viðtøkum felagssins. Allir limir eru vælkomnir at møta á aðalfundinum. Ert tú ikki limur? Tekna teg sum lim her.

Uppskot, ið skulu viðgerast, eitt nú val til nevndina ella viðtøkubroytingar, skulu latast skrivstovuni seinast tvær vikur áðrenn fundin.

Hesi stilla upp til nevndina í 2026:

Jóannes Eidesgaard
Torfinn Højgaard
Eyrith Guttesen Leyni
Tórgerð Jallgrímsdóttir

Uppskot til viðtøkubroytingar í 2026:

Uppskot til broyting í § 10 stk. 5 frá:

Aðalfundurin skal lýsast í minsta lagi tríggjar vikur og í hægsta lagi sjey vikur áðrenn fundin, í minst tveimum av landsins størstu bløðum. Eykaaðalfundur verður innkallaður við fráboðan sjey dagar frammanundan. Uppskot at viðgera á aðalfundinum, íroknað val av nevnd, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi tvær vikur áðrenn fundin.

til

Aðalfundurin skal verða lýstur í minsta lagi tveimum almennum miðlum og á heimasíðu felagsins í minsta lagi tvær vikur og í mesta lagi sjey vikur áðrenn fundin. Eykaaðalfundur verður innkallaður við fráboðan sjey dagar frammanundan. Uppskot at viðgera á aðalfundinum, íroknað val av nevnd, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi tvær vikur áðrenn fundin.

Ársfrágreiðingar
Strategi og visjón 2026 - 2031

Strategi og visjón 2026 - 2031

Saman um at hjálpa er strategi og visjón hjá Reyða Krossi Føroya fyri 2026–2031. Her seta vit kósina fyri arbeiðið komandi árini og lýsa, hvørji fokusøki vit vilja leggja dent á.

Les meir her: