Vit lata upp nýggjan og størri endurnýtsluhandil í Smiðjugerði
Leygardagin 28. november lata vit dyrnar upp í nýggju Reyðakrossbúðini í Smiðjugerði 6 í Tórshavn. Handilin, sum higartil hevur hildið til í Stiðjagøtu, flytur nú í størri og betri søluhøli við góðum úrvali av damu-, harra- og barnaklæðum.
Í løtuni verður arbeitt av øllum alvi við at gera handilin kláran. Hillar og stativ verða sett upp, klæðir verða hongd upp, og nýggja Reyðakrossbúðin tekur so líðandi skap.
Betri karmar fyri endurnýtslu
Endurnýtsluvirksemið hjá Reyða Krossi Føroya er vaksið nógv seinastu árini, og nýggi handilin í Smiðjugerði er enn eitt stig í menningini. Føroyingar eru óførir at lata klæðir til endurnýtslu, og málið er at fáa sum mest burturúr tí, sum verður latið, og at enn meira verður endurnýtt her í Føroyum.
Flytingin í Smiðjugerði er við til at skapa betri karmar um alt endurnýtsluvirksemið hjá Reyða Krossi og gevur okkum fleiri møguleikar at gagnnýta tað, sum verður latið okkum.
Upplatingartíðirnar í nýggja handlinum verða í fyrstu atløgu tær somu sum í Stiðjagøtu, leygardagar kl. 10–15 og mánadagar kl. 16–19.
Ynskið er við tíðini at kunna víðka um upplatingartíðirnar. Handilin verður rikin av sjálvbodnum, og vónin er eisini, at nýggju karmarnir fara at skapa enn størri áhuga fyri endurnýtsluni, bæði millum kundar og fólk, sum hava hug at gerast sjálvboðin. Hjá Reyða Krossi eru nýggj sjálvboðin altíð vælkomin.
Skrá fyri upplatingardagin – leygardagin 28. november
Kl. 10.00 – Reyðakrossbúðin letur upp
Kl. 11.00 – Nøkur orð frá Reyða Krossi, kaffi og køka verður bjóðað
Kl. 13.00 – GAIA spælir nøkur løg
Kl. 15.00 – Handilin letur aftur
Øll eru hjartaliga vælkomin í nýggju Reyðakrossbúðina í Smiðjugerði 6!