Tiltøk hjá Arktiska ráðnum um tilbúgving og fyrstuhjálp

Reyði Krossur Føroya hevur hesa vikuna luttikið á tveimum tiltøkum hjá Arktiska ráðnum í Føroyum, har sjóneykan hevur verið sett á tilbúgving, samstarv og lokalan førleika í arktiskum samfeløgum.

Á ráðstevnuni Cold Seas – Critical Gaps legði Reyði Krossur fram eina felags keynote við sjónarhornum frá IFRC, Norska Reyða Krossi og Reyða Krossi Føroya. IFRC greiddi frá leiklutinum hjá Reyða Kross-rørsluni í tilbúgving og humaniterum átøkum, meðan Norski Reyði Krossur deildi royndir og lærdóm frá Viking Sky-hendingini í 2019, tá eitt stórt ferðamannaskip kom í álvarsama neyð út fyri norsku strondini.

Reyði Krossur Føroya setti sjóneykuna á føroyska samanhangin – okkara kapasitet og leiklut, styrkir og avbjóðingar hjá einum lítlum oyggjasamfelagi og týdningin av sjálvbodnum, lokalkunnleika og greiðum samstarvi, áðrenn ein kreppa rakar.

Fríggjadagin 16. oktober, á altjóða hjartastartardegnum, varð eisini skipað fyri Arctic CPR Day. Her vórðu royndir úr Føroyum, Noregi og Kanada deildar um fyrstuhjálp og hjartalungabjarging í arktiskum og fjarskotnum samfeløgum.

Fyrstahjálp hevur verið ein partur av Reyða Krossi Føroya gjøgnum alla 100 ára søgu felagsskapsins. Í dag síggja vit fyrstuhjálparundirvísing ikki bara sum eitt kjarnuøki hjá Reyða Krossi, men eisini sum ein ítøkiligan hátt at byggja lokalan førleika og styrkja tilbúgvingina í samfelagnum. Jú fleiri fólk duga og tora at hjálpa, tá nakað hendir, jú sterkari stendur lokalsamfelagið.

Tiltøkini hava eisini verið ein góður møguleiki at deila royndir og styrkja samstarv og sambond – bæði innan Reyða Kross-rørsluna og við myndugleikar og aðrar tilbúgvingaraktørar úr arktiska økinum.

  1. Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober

    Updateable Movable Picture Template (3)

    Leygardagin 31. oktober verður stóra landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya. Sent verður beinleiðis úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya, og í ár verður innsavningin serlig, tí Reyði Krossur Føroya samstundis hátíðarheldur 100 ár. Í 100 ár hevur Reyði Krossur Føroya hjálpt fólki í neyð – bæ...

    Les meira um Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober
  2. Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya

    Mynd + Tekst Og Logo OK (1)

    Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum, sjálvstøðugum og eldhugaðum endurnýtslusamskipara til eitt fjølbroytt og meiningsfult barnsburðarfarloyvisstarv. Um starviðEndurnýtslan er ein týðandi partur av virkseminum hjá Reyða Krossi og ein av týdningarmestu inntøkukeldunum til hjálparar...

    Les meira um Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya
  3. Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan

    Felagsmynd

    Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC. Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvin...

    Les meira um Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan