Summarútferð fyri sjálvboðin

Góð 100 sjálvboðin í Reyða Krossi vóru í gjár á summarútferð í Eysturoynni.
Í ár gekk túrurin til Selatraðar, Runavíkar og Nes, har vit bæði upplivdu, hoyrdu frá søgu og umhvørvi, gingu lættar túrar og hugnaðu okkum saman gjøgnum allan dagin.
Árliga útferðin er eitt gott høvi at savnast tvørtur um tey ymsu virksemisøkini í Reyða Krossi og njóta eina hugnaliga løtu saman.
Hjartans takk til øll, sum vóru við til at gera dagin so góðan og minnisverdan: til Berghild og Klæmint á Selatrað fyri hugtakandi frásøgn, til Tórbjørn Jacobsen fyri upplýsandi framløgu í Løkshøll, til Alfred Olsen, Súna í Hjøllum og Janus Jensen fyri frásagnir og ferðaleiðslu í bussunum, til Ólav Magnussen fyri frásøgnina um Fríðrikskirkjuna, til Jóanis Erik Køtlum fyri harmonikutónleik undir felagssanginum og til Kára Sverrisson fyri vøkru framførsluna í kirkjuni.
Túsund takk til øll, sum stuðlaðu og vóru við til at gera dagin so góðan – og ikki minst til tykkum sjálvbodnu, sum eru grundarlagið undir arbeiðinum hjá Reyða Krossi.
  1. Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya

    Mynd + Tekst Og Logo OK (1)

    Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum, sjálvstøðugum og eldhugaðum endurnýtslusamskipara til eitt fjølbroytt og meiningsfult barnsburðarfarloyvisstarv. Um starviðEndurnýtslan er ein týðandi partur av virkseminum hjá Reyða Krossi og ein av týdningarmestu inntøkukeldunum til hjálparar...

    Les meira um Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya
  2. Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan

    Felagsmynd

    Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC. Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvin...

    Les meira um Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan
  3. 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal

    P NPL 260831 0047

    Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni. Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru ra...

    Les meira um 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal