Stuðla við 500.000 krónum til arbeiði móti ebola í Kongo og Uganda

Síðan mai mánað hevur stórt ebola-útbrot verið í DR Kongo og í pørtum av Uganda í Afrika. Talan er um Bundibugyo-frábrigdið av Ebola, sum er eitt álvarsligt og ofta lívshóttandi frábrigdi. Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur til arbeiðið at minka um smittuvandan av vandamikla ebola-frábrigdinum.

Sambært nýggjastu tølunum frá Heimsheilsustovninum (WHO) eru fleiri enn 1.700 tilburðir av Bundibugyo-frábrigdinum av ebola staðfestir í DR Kongo og Uganda, og higartil eru fleiri enn 580 fólk deyð av smittuni.

Tað ger støðuna serliga álvarsliga, at hetta frábrigdið í løtuni ikki hevur nakra góðkenda koppseting ella serstaka viðgerð. Tí eru fyribyrging, skjót smittusporing, kunning, reinføri og lokal tilbúgving avgerandi fyri at avmarka útbrotið. Útbrotið rakar harumframt eitt øki, har nógv fólk frammanundan eru viðbrekin orsakað av vápnaðum ófriði, veikari heilsutilbúgving og stórari fólkaferðslu tvørtur um landamørk. 

Tað verður mett, at 20 til 25 milliónir fólk eru í vanda fyri at verða smittað í Eysturkongo og í ávísum há-risiko økjum í Uganda. Og av teimum eru 12 til 18 milliónir fólk, sum búgva við markið millum bæði londini í serliga stórum vanda fyri at verðað smittað. Ein av orsøkunum til, at tey eru í so stórum vanda er millum annað tí, at nógv fólk ferðast millum londini á hesum plássum – fleiri teirra fyri at leita sær læknahjálp í Uganda, og á hendan hátt kunnu bera ebola-smittuna víðari til onnur tey koma í samband við á ferðini.

Átakið, sum Reyði Krossur Føroya letur pening til er eitt stórt átak, sum fleiri Reyða Kross-felagsskapir eru felags um at stuðla. Arbeiðið skal gagna umleið trimum milliónum fólkum. Átakið fevnir um arbeiði í DR Kongo og Uganda, har smittan er staðfest, og um fyrireiking og tilbúgving í grannalondum, har vandi er fyri víðari spjaðing.

Reyði Krossur hevur ein týðandi leiklut í slíkum heilsu- og tilbúgvingarkreppum, tí lokalu Reyða Kross-feløgini eru til staðar í samfeløgunum og kunnu arbeiða beinleiðis við kunning, álitisbygging, smittusporing, reinføri, sálarligum stuðli, verju av sjálvbodnum, og tryggari og virðiligari handfaring av andlátum.

Reyði Krossur Føroya letur 500.000 kr. av egnari fígging til Ebola-átakið.

  1. Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober

    Updateable Movable Picture Template (3)

    Leygardagin 31. oktober verður stóra landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya. Sent verður beinleiðis úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya, og í ár verður innsavningin serlig, tí Reyði Krossur Føroya samstundis hátíðarheldur 100 ár. Í 100 ár hevur Reyði Krossur Føroya hjálpt fólki í neyð – bæ...

    Les meira um Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober
  2. Tiltøk hjá Arktiska ráðnum um tilbúgving og fyrstuhjálp

    IMG 1877

    Reyði Krossur Føroya hevur hesa vikuna luttikið á tveimum tiltøkum hjá Arktiska ráðnum í Føroyum, har sjóneykan hevur verið sett á tilbúgving, samstarv og lokalan førleika í arktiskum samfeløgum. Á ráðstevnuni Cold Seas – Critical Gaps legði Reyði Krossur fram eina felags keynote við sjónarhornum...

    Les meira um Tiltøk hjá Arktiska ráðnum um tilbúgving og fyrstuhjálp
  3. Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya

    Mynd + Tekst Og Logo OK (1)

    Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum, sjálvstøðugum og eldhugaðum endurnýtslusamskipara til eitt fjølbroytt og meiningsfult barnsburðarfarloyvisstarv. Um starviðEndurnýtslan er ein týðandi partur av virkseminum hjá Reyða Krossi og ein av týdningarmestu inntøkukeldunum til hjálparar...

    Les meira um Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya