Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober
Leygardagin 31. oktober verður stóra landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya. Sent verður beinleiðis úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya, og í ár verður innsavningin serlig, tí Reyði Krossur Føroya samstundis hátíðarheldur 100 ár.
Í 100 ár hevur Reyði Krossur Føroya hjálpt fólki í neyð – bæði her heima og úti í heimi. Landsinnsavningin er ein týðandi partur av grundarlagnum undir hesum arbeiðinum og gevur Reyða Krossi møguleika at hjálpa, har tørvurin er.
Peningurin, sum kemur inn, fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum og kring heimin. Í Føroyum fer stuðulin millum annað til hjálp til familjur og einstaklingar, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka, til arbeiðið at fyribyrgja einsemi og skapa felagsskap, og til fyrstuhjálp og tilbúgving. Altjóða er Reyði Krossur til staðar, tá kríggj, náttúruvanlukkur og aðrar kreppur raka, og stuðulin úr Føroyum er við til at veita fólki hjálp, verju og tryggari umstøður.
Vertir á kvøldinum verða Elin á Rógvi og Uni Holm Johannesen, og í sendingini verða samrøður og søgur úr hjálpararbeiðinum, umframt tónleikur við Anniku Hoydal, Tøgn, Danny Baldursson, Ólavi Højgaard og Martin Joensen, Guðrun Sólju og Sophiliu.
Fylgið við leygarkvøldið 31. oktober – og hjálpið okkum at hjálpa.