Sosialsamskipari í barnsburðarfarloyvisstarv
Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum og sjálvstøðugum sosialsamskipara til eitt fjølbroytt og meiningsfult barnsburðarfarloyvisstarv.
Um starvið
Sum sosialsamskipari fært tú ein sentralan leiklut í hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi í Føroyum. Gjøgnum fleiri virksemisøki eru sjálvboðin hvønn dag við til at skapa felagsskap, veita stuðul og hjálpa fólki í ymiskum lívsstøðum kring landið. Tú hevur ein tvørgangandi leiklut og arbeiðir tætt saman við sjálvbodnum, sjálvbodnum leiðslum, starvsfeløgum og samstarvspørtum. Tú ert við til bæði at fáa dagliga virksemið at rigga og at menna sosialu virksemisøkini frameftir.
Høvuðsuppgávan hjá sosialsamskiparanum er at samskipa og stuðla undir sosialu virksemisøkini hjá Reyða Krossi og vera bindilið millum sjálvboðin, skrivstovuna og viðkomandi samstarvspartar. Virksemisøkini fevna millum annað um Vitjanartænastuna, Mat- og klædnahjálpina, Summarleguna, Fjølmentanarleguna, Málkafé og Reyðakrossvinir, umframt annað sosialt og integratiónsfremjandi virksemi.
Starvið er bæði samskipandi, mennandi og praktiskt, og krevur, at tú trívist væl í samstarvi við nógv ymisk fólk og dugir at skapa struktur og yvirlit í einum fjølbroyttum gerandisdegi.
Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at
- hava regluligt samband við sjálvboðin og sjálvbodnar leiðslur og veita teimum sparring og stuðul,
- skipa fyri tiltøkum, verkætlanum, fundum og øðrum virksemi saman við sjálvbodnum og skrivstovuni,
- stuðla undir trivnað, menning og góðar karmar hjá teimum sjálvbodnu,
- samstarva og samskifta við myndugleikar, felagsskapir og aðrar viðkomandi samstarvspartar,
- menna og dagføra mannagongdir, vegleiðingar og kunningartilfar,
- taka sær av dagligum fyrisitingarligum og praktiskum uppgávum.
Vit leita eftir tær, sum
- brennur fyri sosialum og humaniterum arbeiði og tekur undir við virðunum hjá Reyða Krossi,
- dugir væl at samstarva og samskifta við nógv ymisk fólk, lurta eftir ymiskum sjónarmiðum og skapa góðar relatiónir,
- hevur áhuga fyri sjálvbodnum arbeiði og dugir at stuðla og motivera sjálvboðin,
- arbeiðir sjálvstøðugt og skipað og dugir at skapa yvirlit, eisini tá nógv er í gongd samstundis,
- tekur initiativ og dugir at fáa hugskot og ætlanir sett í verk,
- trívist við bæði mennandi, samskipandi og heilt praktiskum arbeiðsuppgávum,
- dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og hevur góðar førleikar í donskum og enskum,
- hevur góðar grundleggjandi KT-førleikar og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir,
Vit leggja størri dent á tínar førleikar, arbeiðslag og evni at samstarva enn á eina ávísa útbúgving. Tað er tó ein fyrimunur, um tú:
- hevur viðkomandi útbúgving innan sosial- ella samfelags- ella sálarfrøðiliga økið, integratión, samskipan, samskifti, verkætlanararbeiði ella líknandi,
- hevur kunnleika til sosiala økið og stuðulsmøguleikar í Føroyum,
- hevur royndir at arbeiða saman við sjálvbodnum,
- hevur royndir at arbeiða við fundraising og fígging av verkætlanum,
- trívist við at umboða Reyða Kross og halda framløgur ella greiða frá virkseminum alment,
- hevur royndir við at samskipa tiltøk, verkætlanir ella virksemi, har nógv ymisk fólk og áhugapartar eru við.
Vit bjóða tær
Eitt fjølbroytt og meiningsfult starv, har tú verður partur av dagliga arbeiðinum hjá Reyða Krossi Føroya og kemur tætt at bæði sjálvbodnum og sosiala virkseminum kring landið.
Vit eru ein lítil skrivstova, og arbeiðsdagurin er fjølbroyttur.
Í Reyða Krossi leggja vit dent á at vera eitt mennandi og meiningsfult arbeiðspláss við fleksiblum arbeiðsrammum og møguleika fyri at arbeiða heimanífrá, tá arbeiðsuppgávurnar loyva tí.
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv á fulla tíð, 40 tímar um vikuna.
Starvsstaðurin er í Tórshavn, men virksemið hjá Reyða Krossi er kring landið, og nakað av ferðing kann tí koma fyri.
Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.
Arbeiðsbyrjan er 15. februar 2027, ella skjótast gjørligt hareftir.
Umsókn
Send umsókn og lívsrensl til starv@redcross.fo í seinasta lagi 5. desember 2026.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigrið Zachariasen, dagligan leiðara, á sigridz@redcross.fo.
Um Reyða Kross
Í Reyða Krossi eru vit saman um at hjálpa.
Reyði Krossur Føroya virkar fyri at hjálpa, har ið neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin. Umleið 500 sjálvboðin eru regluliga virkin í Reyða Krossi Føroya innan millum annað sosialt arbeiði, fyrstuhjálp, tilbúgving, integratión og endurnýtslu.
Alt arbeiðið hjá Reyða Krossi byggir á tær sjey aðalreglurnar: menniskjaligheit, ópartískheit, uttanveltaðheit, óheftni, sjálvboðið arbeiði, eind og algildi.
Les meira um Reyða Kross á www.redcross.fo.