480325347 122095802528776368 3316605110985592498 N E1739813620233 Thegem Blog Default

Reyði Krossur letur upp í Klaksvík – nýggjur kraftdepil í Norðoyggjum

Nú er stundin komin – mikudagin 19. februar gerst Reyðakrossbúðin í Klaksvík veruleiki!

Hetta merkir, at virksemið, sum hjálparfelagsskapurin Reyði Krossur byggir á frameftir fær virkað í nógv størri mun enn áður í Norðoyggjum. Sjálvboðin, starvsfólk og limir hjá Reyða Krossi eru á einum máli um, at tað er ótrúliga spennandi at síggja, hvat hetta kann koma at merkja fyri fólkið, sum býr í økinum.

– Ætlanin er, at hetta skal vera ein kraftdepil fyri Reyða Kross Føroya, sigur Jóannes Eidesgaard, nevndarformaður.

Ein fjølbroyttur endurnýtsluhandil við sosialum hjarta
Í longri tíð hava sjálvboðin í Reyða Krossi ágrýtin arbeitt við at gjørt Reyðakrossbúðina í Klaksvík klára. Sjálvboðin fara fyrst og fremst at skapa eitt livandi endurnýtslustað, har góð brúkt klæðir, bøkur, búnýti, leikutoy og amboð fáa nýtt lív.

Reyðakrossbúðin verður tó meira enn ein handil – hon verður eitt stað fyri felagsskap, samveru og burðardygga nýtslu. Bygningurin fer tí við tíðini eisini at hýsa øðrum virksemi hjá Reyða Krossi, serliga innan sosialt hjálpararbeiði.

Anna Maria Joensen, virksemisleiðari, hevur stórar visjónir:

– Tað kennist stórt fyri okkum, at Reyði Krossur skal vera í Klaksvík. Vit lata ein handil upp, sum er øðrvísi enn aðrir, og so eru hølini so stór og góð, at tey leggja upp til alskyns virksemi – tað kennist sum, at vit hava óendaliga nógvar møguleikar, sigur hon.

Virksemisleiðarin leggur dent á, at umframt vælgerandi arbeiðið, sum fer at vera í Reyðakrossbúðini, skapar Klaksvíkin við hesum eitt samband við altjóða Reyða Kross og hjálpararbeiðið, sum verður gjørt úti í heimi.

Skráin á degnum
Mikudagin 19. februar verður almenn móttøka kl. 16.00-18.00.

Skráin:

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna, bera fram røður.

Fyrrverandi arbeiðsfólk á Dávavirkinum siga frá søguni um virkið og um teirra egnu upplivingar frá, tá tey starvaðust har.

Tónleikur:

Karl Martin Samuelsen, sum í nógv ár hevur brúkt tónleikahølini á Dávavirkinum, og Anua, ein bólkur við heilt ungum tónleikarum, framføra.

Handilin er opin og Reyði Krossur bjóðar køku og kaffi frá Kafé Fríðu og lagkøku frá Amarant.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Reyðakrossbúðin í Klaksvík
Faktorsvegur 21 (Gamla Dávavirkið)

Reyði Krossur Føroya

  1. Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan

    Felagsmynd

    Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC. Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvin...

    Les meira um Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan
  2. 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal

    P NPL 260831 0047

    Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni. Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru ra...

    Les meira um 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal
  3. Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi

    IMG 4701

    Reyði Krossur Føroya hevur í gjár undirskrivað nýggja stuðulsavtalu við Betri-samtakið. Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum: Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður, og fyr...

    Les meira um Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi