IMG 4701

Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi

Reyði Krossur Føroya hevur í gjár undirskrivað nýggja stuðulsavtalu við Betri-samtakið. Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum: Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður, og fyrstuhjálparundirvísingina fyri 7. floksnæmingar kring landið.

Samarittarnir hjá Reyða Krossi eru sjálvboðin, sum eru útbúgvin innan kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp og eru til staðar á tiltøkum kring landið. Stuðulin er við til at tryggja karmarnar um hetta arbeiðið, millum annað við útgerð og tilfari. 

Við Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiðri varpar Reyði Krossur ljós á vaksin og børn, sum hava framt serlig avrik innan fyrstuhjálp. Endamálið er samstundis at minna á týdningin av at duga fyrstuhjálp og eggja enn fleiri fólkum til at læra seg hana.

Fyrstuhjálparundirvísingin fyri 7. floksnæmingar hevur somuleiðis eitt langsiktað endamál: at geva børnum grundleggjandi førleikar í fyrstuhjálp og soleiðis við tíðini hækka trygdarstigið í føroyska samfelagnum.

Betri-samtakið hevur í nógv ár verið ein trúgvur og hollur stuðul hjá Reyða Krossi Føroya, og nýggja avtalan byggir víðari á góða samstarvið millum partarnar.

Vit eru sera takksom fyri álitið og fyri trúgva stuðulin gjøgnum nógv ár. Langtíðar samstarv gevur okkum betri møguleika at leggja arbeiðið til rættis og tryggja, at hesi átøk kunnu halda fram.

Mynd: Evy J. Jacobsen, forstjóri í Betri P/F, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, undirskriva nýggju stuðulsavtaluna.

 

  1. Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober

    Updateable Movable Picture Template (3)

    Leygardagin 31. oktober verður stóra landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya. Sent verður beinleiðis úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya, og í ár verður innsavningin serlig, tí Reyði Krossur Føroya samstundis hátíðarheldur 100 ár. Í 100 ár hevur Reyði Krossur Føroya hjálpt fólki í neyð – bæ...

    Les meira um Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober
  2. Tiltøk hjá Arktiska ráðnum um tilbúgving og fyrstuhjálp

    IMG 1877

    Reyði Krossur Føroya hevur hesa vikuna luttikið á tveimum tiltøkum hjá Arktiska ráðnum í Føroyum, har sjóneykan hevur verið sett á tilbúgving, samstarv og lokalan førleika í arktiskum samfeløgum. Á ráðstevnuni Cold Seas – Critical Gaps legði Reyði Krossur fram eina felags keynote við sjónarhornum...

    Les meira um Tiltøk hjá Arktiska ráðnum um tilbúgving og fyrstuhjálp
  3. Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya

    Mynd + Tekst Og Logo OK (1)

    Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum, sjálvstøðugum og eldhugaðum endurnýtslusamskipara til eitt fjølbroytt og meiningsfult barnsburðarfarloyvisstarv. Um starviðEndurnýtslan er ein týðandi partur av virkseminum hjá Reyða Krossi og ein av týdningarmestu inntøkukeldunum til hjálparar...

    Les meira um Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya