Nýggj støkk-upp Reyðakrossbúð á Sandi

Tann 15. november lótu vit nýggja støkk-upp Reyðakrossbúð upp á Sandi, og ætlanin er at hava virksemið koyrandi árið út.

Reyðakrossbúðin selur góð endurnýtsluklæðir til kvinnur, menn og børn, júst sum í øðrum Reyðakrossbúðum um landið.

Hølið liggur væl fyri mitt í bygdini í sama bygningi, sum Sands kommuna, Visit Sandoy og bókasavnið húsast í – og er fyrrverandi hølið hjá politinum. Hølið sjálvt er rátt, men hóskar seg sera væl til endamálið.

 

Ingerð Jønsson, endurnýtslusamskipari, sigur soleiðis:

–            Tað eru fólk á staðnum, sum hava lagt upp til, at vit lata hendan handilin upp. Vit kalla hetta eina jóla-støkk-upp búð, tí hon er árið út. Tað er ikki soleiðis, at vit bara selja ting til jóla, men tað er eisini partur av tí umframt vanlig endurnýtsluklæðir.

Vit hava seinastu tíðina merkt ein øktan áhuga fyri at fáa ein Reyða Kross handil til Sandoynna, og við góðum sjálvbodnum kreftum hevur tað borið til at sett hesa støkk-upp búðina upp upp á heilt stutta tíð. Fleiri sjálvboðin hava teknað seg til vaktir og tað varð avgjørt beinavegin, at handilin verður opin tveir dagar um vikuna – mikudag og leygardag.

Harafturat eru sjálvboðin, ið hava teknað seg til at koyra klæðir úr høvuðsklædnaskiljingini hjá okkum í Stiðjagøtu til Sands.

 

Vælkomin til Støkk-upp handilin hjá Reyða Krossi á Mørkini Miklu 3 á Sandi.

 

Upplatingartíðir:

Mikudag kl. 16.00-19.00

Leygardag kl. 11.00-15.00

– til nýggjárs.

  1. Sosialsamskipari í barnsburðarfarloyvisstarv

    Reyði Krossur Familjudagar AKHC 109

    Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum og sjálvstøðugum sosialsamskipara til eitt fjølbroytt og meiningsfult barnsburðarfarloyvisstarv. Um starviðSum sosialsamskipari fært tú ein sentralan leiklut í hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi í Føroyum. Gjøgnum fleiri virksemisøki eru sjálvboð...

    Les meira um Sosialsamskipari í barnsburðarfarloyvisstarv
  2. Føroyskur stuðul styrkir trygga føðihjálp í Niger

    P NER0253 Jpg

    Við føroyskum stuðli verður arbeitt fyri at geva kvinnum í Zinder-økinum í Niger tryggari atgongd til heilsutænastur í sambandi við barnsburð. Verkætlanin er partur av altjóða virkisætlanini hjá Reyða Krossi Føroya og Føroya landsstýri. Vit hava nú fingið ein nýggjan film úr Niger, sum vísir naka...

    Les meira um Føroyskur stuðul styrkir trygga føðihjálp í Niger
  3. 100 ára hátíðarhald

    30Okt26 84A5403

    Fríggjakvøldið 30. oktober varð 100 ára dagurin hjá Reyða Krossi Føroya hátíðarhildin í Skeiva Pakkhúsi. Til hátíðarhaldið vóru sjálvbodnir virksemisleiðarar, fyrrverandi og núverandi forfólk, stuðlar og samstarvspartar, umboð fyri Reyða Kross úr grannalondunum og umboð fyri landsins leiðslu. Tað...

    Les meira um 100 ára hátíðarhald