Felagsmynd

Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan

Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC.

Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvinum, har samskiparar í fyrstuhjálp hava hitst seinastu fimm árini. Í ár varð bjóðað til fundar í Føroyum.

Tí hittust sviar, normenn, danir, føroyingar - og í ár fyri fyrstu fer eisini umboð úr Grønlandi - mánadagin og týsdagin í hesi vikuni.

Á skránni er sjálvsagt, at øll londini eiga eina løtu at leggja fram hvørji tiltøk hava verið farna árið og hvørji átøk, ið eru fyri framman. Í hesum liggur millum annað møguleikin, at vit læra av hvørjum øðrum, taka hugskot til okkum og tillaga ymsu tiltøkini/hugskotini til egin viðurskifti.

Tó at vit øll eru í Reyða Krossi og felags ynski fyri øll er, ”at øll eiga at duga fyrstuhjálp”, er ymiskt, hvussu arbeiðið er skipað, hvørji skeið verða boðin út og hvar fokusøkini og avbjóðingarnar eru.

Í ár luttóku tvey umboð fyri IFRC, ið til dagligt starvast á Global First Aid Reference Centre, og nýttu tær høvið at fáa innlit í hvørji ynski og hvørjar væntanir norðurlendsku umboðini hava. Eisini kunnaðu tær um arbeiðið við ”First Aid vision 2030” og nýggja app, ið er undir menning.

Eina løtu nýttu vit eisini í video-fundi við samskipara til stóru ráðstevnuna um tilbúgving, ið verður í Føroyum í oktober: ”Cold Seas, Critical Gaps”. Kunnað var um ráðstevnuna, og tann leiklutin, ið Reyði Krossur hevur har.

Ásett er, at vit hittast aftur í Noregi, á heysti 2027.

Tað hevur sera stórt virði fyri okkum í Føroyum at vera partur av hesum arbeiðsbólkinum, har vit hava møguleikan at samstarva og sparra við serfrøðingar úr øðrum londum, og soleiðis vera við til at tryggja, at vit altíð er dagførd við nýggjastu vitanini innan lívbjargandi og sálarliga fyrstuhjálp.

 

Myndin: Luttakarar, frá vinstru: Tórgerð Jallgrímsdóttir (Føroyar), Diane Issard (IFRC), Betina L. Petersen (Grønland), Bonnie Menezo (IFRC), Thor Bjarne Iversen (Noreg), Hanna Forbes Holmen (Noreg), Inge Merete Skaarup Andersen (Danmark), Johanna Ekberg( Svøríki), Bent Peter Andresen (Danmark), Lisa Gilborne (Svøríki), Jákup av Skarði (Føroyar), Einar Irjan Ananiassen (Noreg).

  1. 100 ára hátíðarhald

    30Okt26 84A5403

    Fríggjakvøldið 30. oktober varð 100 ára dagurin hjá Reyða Krossi Føroya hátíðarhildin í Skeiva Pakkhúsi. Til hátíðarhaldið vóru sjálvbodnir virksemisleiðarar, fyrrverandi og núverandi forfólk, stuðlar og samstarvspartar, umboð fyri Reyða Kross úr grannalondunum og umboð fyri landsins leiðslu. Tað...

    Les meira um 100 ára hátíðarhald
  2. Elisabeth vann bilin

    3W3A3454 Exp

    Tað var ein ovurfegin Elisabeth Petersen úr Fuglafirði, sum í dag fekk handað nýggja bilin, sum hon vann í sambandi við Landsinnsavningina. Elisabeth hevði stuðlað við at keypa ein lutaseðil, sum so vísti seg at vera hepni vinnaraseðilin! Hon gjørdist ikki sørt ovfarin, tá Elin á Rógvi ringdi...

    Les meira um Elisabeth vann bilin
  3. 3,9 milliónir krónur til hjálpararbeiðið – hjartans tøkk til Føroya fólk

    Skærmbillede 2026 11 01 094445

    Leygarkvøldið 31. oktober varð stóra Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya hildin í Norðurlandahúsinum í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá felagsskapinum. 3,9 milliónir krónur vórðu savnaðar inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og úti í heimi. Reyði Krossur Føroya feg...

    Les meira um 3,9 milliónir krónur til hjálpararbeiðið – hjartans tøkk til Føroya fólk