Nevndin var afturvald á árliga aðalfundinum hjá Reyða Krossi Føroya sunnudagin, 10. mai.
Góð uppmøting var til fundin, sum varð hildin í høvuðsbygninginum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn.
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Jóannes Eidesgaard, formaður
Torfinn Højgaard, næstformaður
Mary-Ann Thomsen, kassameistari
Fía Niclasen, nevndarlimur
Tommy Petersen, nevndarlimur
Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur
Tórgerð Jallgrímsdóttir, tiltakslimur
Ársfrágreiðingin varð løgd fram á fundinum. Greitt varð frá nógva og vaksandi virkseminum hjá Reyða Krossi um alt landið. Her ber til at lesa ársfrágreiðingina:
Eisini varð greitt frá nýggju strategiini hjá okkum, sum hevur heitið Saman um at hjálpa, sum er galdandi fyri árini 2026-2031. Her ber til at lesa strategiina:
Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum, sjálvstøðugum og eldhugaðum endurnýtslusamskipara til eitt fjølbroytt og meiningsfult barnsburðarfarloyvisstarv.
Um starviðEndurnýtslan er ein týðandi partur av virkseminum hjá Reyða Krossi og ein av týdningarmestu inntøkukeldunum til hjálparar...
Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan
Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC.
Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvin...
Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni.
Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru ra...