Ískoyti til ársfrágreiðingina 2025

Í ársfrágreiðingini hjá Reyða Krossi Føroya fyri 2025 hevur roknskapurin fingið størri pláss. Hetta varð gjørt eftir avgerð á undanfarna aðalfundi, at komandi ársfrágreiðing skuldi hava eina greiðari uppseting við fíggjarligum høvuðstølum og talvum, við tí endamáli at styrkja gjøgnumskygnið og gera fíggjarligu upplýsingarnar lættari atkomiligar fyri almenningin.

Spurningar um lønir og samsýningar koma javnan koma fyri í hjálparfelagsskapum, og tí vilja vit fegin greiða nærri frá, hvat tølini fevna um, og hvussu kostnaðurin hongur saman við arbeiðinum hjá Reyða Krossi.

Fyrst er vert at undirstrika, at Reyði Krossur Føroya er ein sjálvboðin felagsskapur. Eisini nevndin er sjálvboðin og ólønt. Formaðurin, Jóannes Eidesgaard, og hinir nevndarlimirnir fáa onga samsýning fyri nevndararbeiðið.

Í 2025 vóru umleið 500 sjálvboðin virkin í felagsskapinum. Tað eru tey sjálvbodnu, sum gera tað møguligt at reka handlarnar, vitja fólk, stuðla undir integratión, veita samarittahjálp, býta mat og klæðir út, og savna pening inn til hjálpararbeiði bæði í Føroyum og kring heimin.

Sjálvbodna arbeiðið hevur alt at siga fyri felagsskapin, men tað sæst ikki aftur sum ein útreiðsla í roknskapinum. Um vit ímyndaðu okkum, at tey 500 sjálvbodnu í miðal arbeiddu 5 tímar um vikuna fyri 150 kr. um tíman, hevði tað svarað til smáar 20 mió. kr. í arbeiðsvirði um árið. Hóast talan bert er um eitt tankaspæl, sigur tað nógv um virðið á sjálvbodnum arbeiði.

Men sjálvboðið arbeiði krevur eisini karmar. Tá eitt virksemi fevnir um 500 sjálvboðin, 20 virksemisøkir, ognir, handlar, hjálparátøk, innsavningar og skeiðsvirksemi, krevst daglig samskipan, fyrisiting, mannagongdir og fíggjarstýring. Hetta er neyðugt fyri, at hjálpararbeiðið kann verða framt á ein tryggan, skipaðan og ábyrgdarfullan hátt.

Í ársfrágreiðingini sæst, at Reyði Krossur Føroya í 2025 hevði inntøkur á 13,3 mió. kr. og somuleiðis útreiðslur á 13,3 mió. kr. Av útreiðslunum fóru millum annað 5,7 mió. kr. til altjóða hjálpararbeiði og 1,9 mió. kr. til sosialt arbeiði í Føroyum.

Í ársfrágreiðingini sæst eisini, at fyrisitingarkostnaðurin, sum í frágreiðingini fevnir um starvsfólkakostnað, bygningskostnað og annan rakstur, var 2,9 mió. kr. í 2025, samanborið við 1.8 mió. kr. í 2024. Niðanfyri verður greitt nærri frá, hvat hesin kostnaður fevnir um.

Av teimum 2,9 mió. kr. fóru:

  • 1.461.195 kr. til starvsfólkakostnað. Starvsfólkakostnaðurin hækkaði við góðum 6% frá 2024 til 2025. Hækkingin stavar í høvuðsheitum frá vanligum lønarhækkingum og broytingum í starvsfólkaviðurskiftum.
  • 1.483.561 kr. til bygningsútreiðslur og annan fyrisitingarkostnað (til dømis KT- og heimasíðuútreiðslur, grannskoðan og trivnaðartiltøk fyri sjálvboðin). Hesin parturin hækkaði munandi frá 2024 til 2025. Hækkingin stavar í høvuðsheitum frá grønu orkuverkætlanini í Stiðjagøtu, har hitapumpa, sólpanel og battarískipan vórðu sett upp, umvælingum á Bryggjubakka, nýggjum hølum í Klaksvík og átøkum innan KT.

 

  1. Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan

    Felagsmynd

    Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC. Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvin...

    Les meira um Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan
  2. 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal

    P NPL 260831 0047

    Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni. Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru ra...

    Les meira um 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal
  3. Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi

    IMG 4701

    Reyði Krossur Føroya hevur í gjár undirskrivað nýggja stuðulsavtalu við Betri-samtakið. Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum: Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður, og fyr...

    Les meira um Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi