Sudanese Refugees In Chad

Hálv millión í neyðhjálp til Sudan

Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata nú 500.000 krónur til arbeiðið hjá Sudanesiska Reyða Hálvmána. Stuðulin skal brúkast í Norðurstatinum, har túsundtals fólk liva undir sera vánaligum korum, í einum landi við borgarakríggi.

Sudan í oyði

Sudan stendur í dag í einari av heimsins størstu humaniteru kreppum. Meir enn tvey ár við borgarakríggi hava lagt landið í oyði: infrastruktururin er í knúsi, almennar tænastur steðgaðar, og regntíðin fyri framman hóttir við at gera kreppuna enn verri. Harumframt eru ógvusligar sosialar avbjóðingar, har upp ímóti 90% av skúlunum eru stongdir, børn verða tvingað at luttaka í stríðnum, og kynsligur harðskapur, eitt nú neyðtøka, er umfatandi.

Yvir 12,6 milliónir menniskju eru rikin heimanifrá, og mett verður, at yvir 30 mió. fólk hava brúk fyri humaniterari hjálp. Sudanesiski Reyði Hálvmáni arbeiðir í øllum 18 statum í landinum, hóast stórar avbjóðingar og váðar.

Hóast ræðuleikarnarnar í landinum, hoyrist lítið um hesa kreppuna í almenna orðaskiftinum.

“Beint nú uppliva vit, at børn eru blivin burtur, familjur eru slitnar sundur og fólk eru deyð langt burturi frá sínum kæru,” sigur Rania Mohamed, sum sjálv varð noydd at fara frá heimi sínum í Al Jazirah-statinum orsakað av bardøgunum. “Líðingin er ræðulig”, sigur hon.

Sudansk flóttafólk rikin úr Egyptalandi

Tey túsundtals fólkini, sum nú eru stødd í Norðurstatinum eru fólk, ið annars vóru flýdd úr landinum undan borgarkríggi, men seinastu tíðina eru flýdd aftur til Sudan úr Egyptalandi og Libya.

Orsøkin til, at hesi eru vend aftur til Sudan er í fleiri førum tann, at tey hava fingið at vita, at bardagi ikki longur er í ávísum økjum í Sudan, og tí høvdu tey væntað at komið aftur til frið. Men hóast bardagin er steðgaður í summum økjum er framvegis ikki liviligt í hesum støðum.

Harafturat vísir Amnesty International á fleiri dømi um, at Egyptaland hevur rikið sudansk flóttafólk aftur til Sudan, og hesi eru nú stødd í Norðurstatinum.

Hálv millión krónur til neyðsynjarvørur og sálarligan stuðul

Stuðulin úr Føroyum kann hjálpa upp til 50.000 einstaklingum við eitt nú:

  • Heitum máltíðum og reinum vatni
  • Fyrstuhjálp
  • Sálarligum stuðuli til flóttafólk, ið hava verið út fyri traumatiskum hendingum

Við hesari neyðhjálpini verður møguligt at veita lívbjargandi hjálp til nøkur av teimum, ið liva undir vánaligastu umstøðunum og eru mest útsett – í einari kreppu, sum alt ov fá tosa um.

  1. Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan

    Felagsmynd

    Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC. Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvin...

    Les meira um Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan
  2. 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal

    P NPL 260831 0047

    Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni. Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru ra...

    Les meira um 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal
  3. Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi

    IMG 4701

    Reyði Krossur Føroya hevur í gjár undirskrivað nýggja stuðulsavtalu við Betri-samtakið. Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum: Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður, og fyr...

    Les meira um Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi