Etiopia á veg inn í avgerandi tíðarskeið
Marita Hoydal, altjóða starvsfólk fyri Reyða Kross Føroya, greiðir frá.
Síðani februar havi eg búð og arbeitt í Addis Ababa, høvuðsstaðnum í Etiopia, sum Regional Programme Delegate hjá Reyða Krossi. Júst nú merkist týðiliga, at Etiopia stendur í einari spentari og álvarsligari støðu.
Í gjár, 1. juni fór landið á val. Valið fór fram í einum landi, sum er merkt av fleiri kreppum samstundis. Hóast borgarakríggið í Tigray endaði fyri fáum árum síðani, eru framvegis álvarsligar ósemjur og vápnaðir samanbrestir í fleiri pørtum av landinum. Í Amhara-regiónini eru stríð millum stjórnina og Fano-herdeildirnar, og í pørtum av Oromia eru eisini vápnaðir samanbrestir. Hetta merkir, at stór øki eru trupul at ferðast í, og nógv støð eru ikki atkomulig hjá hjálparfelagsskapum og útlendingum.
Samstundis er Etiopia merkt av stórum búskaparligum avbjóðingum frá ófriðunum í Miðeystri. Tað, sum hendir í Hormuzsundinum ella kring Gaza, kann tykjast langt burturi. Men í einum landi, sum er treytað av innflutningi av olju, skapar ófriðurin í Miðeystri óvissu um veitingar og prísir
Avleiðingarnar merkjast eisini her í Addis Ababa. Fyri fáum vikum síðani sóu vit brennievniskreppuna beinleiðis úr skrivstovuvindeyganum. Kilometralangar bíðirøðir stóðu fram við vegnum, har fólk bíðaðu í 12 til 16 tímar fyri at fáa bensin. Taxabilar stóðu í stað, bussleiðir góvust at koyra, og nógv fólk komu ikki til arbeiðis – eisini fleiri av mínum etiopisku starvsfeløgum vóru rakt av støðuni.
Júst nú tykist støðan vera batnað, og brennievni er komið til landið. Men nógv fólk spyrja seg, um hetta er ein varandi loysn ella ein fyribils støða fram móti valinum. Tey flestu, sum eg havi tosað við, halda, at hetta bara er ein stuttur steðgur, og at støðan verður nógv verri aftur eftir valið.
Sum umboð fyri Reyða Kross arbeiði eg ikki við politikki ella valstríði. Men vit síggja hvønn dag avleiðingarnar av teimum kreppum, sum raka vanlig fólk. Tað eru familjur, sum hava mist heim síni, fólk, sum eru flýdd undan ófriði, og samfeløg, sum royna at byggja seg uppaftur.
Fyri Reyða Kross hevur brennievniskreppan heilt ítøkiligar avleiðingar. Tá bensin og diesel mangla, gerst tað truplari og dýrari at flyta hjálp, røkka út til samfeløg og halda virkseminum koyrandi. Fyri nøkrum vikum síðani frættu vit frá deildum kring landið, at sjúkrabilar vórðu settir úr drift, og at fleiri verkætlanir vóru fyribils steðgaðar. Samstundis arbeiða vit saman við Etiopiska Reyða Krossi við at leggja ætlanir fyri, hvussu vit halda fram við teimum týdningarmestu tænastunum í hesum umstøðum.
Tað minnir okkum á, at ein brennievniskreppa ikki bara snýr seg um bíðirøðir við bensinstøðir. Hon ávirkar eisini møguleikan hjá teimum, ið eru mest viðkvom at fáa hjálp, tá teimum tørvar hana. Tað snýr seg um mat, vatn, heilivág og aðrar neyðugar gerandisvørur.
Valið gekk gott uttan stórar álvarsligar hendingar. Úrslitið verður ikki klárt fyrr enn um nakrar vikur, og tey flestu, sum eg havi prátað við, vænta, at sitandi forsætisráðharrin Abiy Ahmed og hansara flokkur, Prosperity Party, fer at vinna valið. Tí er tað, sum nógv fólk tosa um her, ikki so nógv úrslitið, men hvørja leið landið fer at taka eftir nógv ár við konfliktum og óvissu. Fyri nógv fólk snýr tað seg ikki bara um politikk ella demokrati, men um vónina um meiri støðufesti, frið og betri livikor komandi árini.
Fyri meg sum føroying er tað serligt at uppliva hetta so tætt uppá. Etiopia hevur meira enn 120 milliónir íbúgvar og er eitt av týdningarmestu londunum í Afrika. Men mitt í teimum stóru politisku og búskaparligu spurningunum eru tað framvegis vanlig fólk, ið fara til arbeiðis, senda børnini í skúla, drekka kaffi saman og royna at fáa gerandisdagin at hanga saman. Ikki minst ger tað inntrykk at síggja øll tey sjálvbodnu hjá Reyða Krossi, sum hvønn dag arbeiða fyri at hjálpa fólki og halda lív í nærumhvørvinum, hóast konfliktir, kreppur og stórar avbjóðingar.
Tað er kanska tann sterkasta upplivingin av øllum.
Marita Hoydal