Mynd + Tekst Og Logo OK (1)

Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya

Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum, sjálvstøðugum og eldhugaðum endurnýtslusamskipara til eitt fjølbroytt og meiningsfult barnsburðarfarloyvisstarv.

Um starvið
Endurnýtslan er ein týðandi partur av virkseminum hjá Reyða Krossi og ein av týdningarmestu inntøkukeldunum til hjálpararbeiðið. Virksemið fevnir millum annað um seks endurnýtsluhandlar kring landið, innsavning og skiljing av klæðum og bókum, og umleið 300 sjálvboðin.

Sum endurnýtslusamskipari hevur tú ein tvørgangandi leiklut og ert bindilið millum skrivstovuna og tey sjálvbodnu virksemisøkini. Starvið er bæði strategiskt, samskipandi og praktiskt, og tú arbeiðir tætt saman við sjálvbodnum og sjálvbodnu leiðslunum um at fáa gerandisdagin at rigga og um at menna virksemið frameftir.

Endurnýtslan er í støðugari menning, og starvið krevur, at tú dugir væl at arbeiða tvørfakligt, ert skipað/ur og hevur evni at stuðla og motivera sjálvboðin í einum felagsskapi, sum byggir á samstarv, álit, fleksibilitet og ágrýtni. 

Arbeiðsuppgávurnar fevna millum annað um at

  • hava regluligt samband við sjálvbodnu virksemisleiðslurnar, veita teimum sparring og stuðul og saman finna loysnir á praktiskar og skipanarligar avbjóðingar,
  • standa fyri felagsfundum við sjálvbodnum og stuðla undir trivnað og førleikamenning,
  • seta arbeiðsætlanir og menningartiltøk innan endurnýtsluna í verk við støði í endurnýtslustrategiini fyri komandi árini,
  • menna og dagføra mannagongdir, vegleiðingar og kunningartilfar um endurnýtsluna til sjálvboðin, heimasíðuna og samstarvspartar,
  • byggja upp og røkja samstørv við viðkomandi samstarvspartar,
  • aðrar fyrifallandi uppgávur, eitt nú innkeyp av útgerð og annað praktiskt.

Vit leita eftir tær, sum

  • arbeiðir sjálvstøðugt og skipað, og dugir at skapa yvirlit, eisini tá nógv er í gongd samstundis,
  • dugir væl at motivera, samskifta og samstarva við nógv ymisk fólk,
  • dugir at lurta og handfara ymisk sjónarmið á ein konstruktivan hátt,
  • trívist í einum fjølbroyttum og til tíðir krevjandi arbeiðsumhvørvi, har ferðin kann vera høg, og har tað av og á er neyðugt at taka eitt eyka tak
  • hevur góðar grundleggjandi KT-førleikar og lætt við at seta teg inn í nýggjar skipanir,
  • dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum og hevur góðar førleikar í donskum og enskum,
  • hevur áhuga fyri sjálvbodnum og humaniterum hjálpararbeiði og tekur undir við virðunum hjá Reyða Krossi.

Vit leggja størri dent á tínar førleikar og evni at samstarva enn á eina ávísa útbúgving. Tað er tó ein fyrimunur, um tú:

  • hevur viðkomandi útbúgving og/ella royndir innan eitt nú samskipan, samskifti, handil, sølu, verkætlanararbeiði ella líknandi,
  • hevur royndir at arbeiða saman við sjálvbodnum,
  • hevur royndir við endurnýtslu, handilsrakstri ella øðrum virksemi, har nógv fólk og praktiskar uppgávur skulu samskipast,
  • hevur koyrikort til vanligan bil.

Vit bjóða tær
Eitt spennandi og meiningsfult starv, har tú verður partur av dagliga arbeiðinum hjá Reyða Krossi Føroya. Arbeiðsdagarnir eru fjølbroyttir, og tað er ofta stutt frá hugskoti til handling.

Í Reyða Krossi leggja vit dent á at vera eitt mennandi og meiningsfult arbeiðspláss, har vit bjóða fleksiblar arbeiðsrammur og møguleika fyri at arbeiða heimanífrá, tá arbeiðsuppgávurnar loyva tí.

Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv uppá fulla tíð, men møguleiki er fyri niðursettari arbeiðstíð eftir avtalu.

Starvsstaðurin er í Tórshavn, men arbeiðið fevnir um endurnýtsluvirksemið kring landið, so nakað av ferðing kann væntast.

Løn og setanartreytir eru sambært avtalu.

Arbeiðsbyrjan er 1. januar 2027 ella skjótast gjørligt hareftir.

 

Umsókn
Send eina umsókn og lívsrensl til starv@redcross.fo í seinasta lagi tann 4.november 2026.

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigrið Zachariasen, dagligan leiðara, á sigridz@redcross.fo.

 

Um Reyða Kross
Í Reyða Krossi eru vit saman um at hjálpa.

Reyði Krossur Føroya virkar fyri at hjálpa, har ið neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin. 500 sjálvboðin eru regluliga virkin í Reyða Krossi Føroya í m.a. vitjanartænastu, samarittum, integratión og endurnýtslu.

Alt arbeiðið hjá Reyða Krossi byggir á aðalreglurnar: at vera menniskjalig, ópartísk, uttanveltað, óheft, sjálvboðin, ein eind og at vera algildug. Les meira um Reyða Kross á www.redcross.fo

 

  1. Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan

    Felagsmynd

    Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC. Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvin...

    Les meira um Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan
  2. 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal

    P NPL 260831 0047

    Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni. Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru ra...

    Les meira um 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal
  3. Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi

    IMG 4701

    Reyði Krossur Føroya hevur í gjár undirskrivað nýggja stuðulsavtalu við Betri-samtakið. Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum: Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður, og fyr...

    Les meira um Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi