3W3A3454 Exp

Elisabeth vann bilin

Tað var ein ovurfegin Elisabeth Petersen úr Fuglafirði, sum í dag fekk handað nýggja bilin, sum hon vann í sambandi við Landsinnsavningina.
Elisabeth hevði stuðlað við at keypa ein lutaseðil, sum so vísti seg at vera hepni vinnaraseðilin! Hon gjørdist ikki sørt ovfarin, tá Elin á Rógvi ringdi til hennara beinleiðis undir sendingini og fortaldi, at hon hevði vunnið bilin.
Bilurin varð handaður hjá Wenzel, har Rúni Djurhuus og Jóannes Eidesgaard tóku ímóti.
Vit ynskja Elisabeth hjartaliga til lukku við bilinum og vóna, at hon fær nógvar góðar túrar í honum!
Samstundis vilja vit takka øllum, sum keyptu lutaseðlar og á tann hátt vóru við til at stuðla hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi Føroya
  1. 3,9 milliónir krónur til hjálpararbeiðið – hjartans tøkk til Føroya fólk

    Skærmbillede 2026 11 01 094445

    Leygarkvøldið 31. oktober varð stóra Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya hildin í Norðurlandahúsinum í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá felagsskapinum. 3,9 milliónir krónur vórðu savnaðar inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og úti í heimi. Reyði Krossur Føroya feg...

    Les meira um 3,9 milliónir krónur til hjálpararbeiðið – hjartans tøkk til Føroya fólk
  2. Edward Fuglø hevur málað serstakan málning til 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi

    Edward Of Málningur

    Málningurin verður seldur á uppboðssølu undir Landsinnsavningini leygarkvøldið 31. oktober. Allur ágóðin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.Í ár eru 100 ár liðin, síðan Reyði Krossur Føroya varð stovnaður, og í tí sambandi hevur Edward Fuglø málað eitt forkunnugt listaverk, sum nú verður...

    Les meira um Edward Fuglø hevur málað serstakan málning til 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi
  3. Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober

    Updateable Movable Picture Template (3)

    Leygardagin 31. oktober verður stóra landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya. Sent verður beinleiðis úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya, og í ár verður innsavningin serlig, tí Reyði Krossur Føroya samstundis hátíðarheldur 100 ár. Í 100 ár hevur Reyði Krossur Føroya hjálpt fólki í neyð – bæ...

    Les meira um Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober