Edward Of Málningur

Edward Fuglø hevur málað serstakan málning til 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi

Málningurin verður seldur á uppboðssølu undir Landsinnsavningini leygarkvøldið 31. oktober. Allur ágóðin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.

Í ár eru 100 ár liðin, síðan Reyði Krossur Føroya varð stovnaður, og í tí sambandi hevur Edward Fuglø málað eitt forkunnugt listaverk, sum nú verður boðið út til frama fyri hjálpararbeiðið.

Vit eru sera fegin um og takksom fyri, at Edward hevur gjørt hetta serliga verkið til okkara 100 ára hátíðarhald, og vónirnar eru, at uppboðssølan fer at vekja stóran áhuga og geva eitt gott íkast til hjálpararbeiðið.

Vit almannakunngera nú eina mynd av málninginum, so bæði einstaklingar og fyritøkur fáa høvi at síggja verkið frammanundan og hava tíð at umhugsa, um tey vilja bjóða upp á hann leygarkvøldið.

Uppboðssølan verður undir beinleiðis Landsinnsavningini, sum verður send úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya leygarkvøldið 31. oktober kl. 19.00.

  1. Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober

    Updateable Movable Picture Template (3)

    Leygardagin 31. oktober verður stóra landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya. Sent verður beinleiðis úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya, og í ár verður innsavningin serlig, tí Reyði Krossur Føroya samstundis hátíðarheldur 100 ár. Í 100 ár hevur Reyði Krossur Føroya hjálpt fólki í neyð – bæ...

    Les meira um Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober
  2. Tiltøk hjá Arktiska ráðnum um tilbúgving og fyrstuhjálp

    IMG 1877

    Reyði Krossur Føroya hevur hesa vikuna luttikið á tveimum tiltøkum hjá Arktiska ráðnum í Føroyum, har sjóneykan hevur verið sett á tilbúgving, samstarv og lokalan førleika í arktiskum samfeløgum. Á ráðstevnuni Cold Seas – Critical Gaps legði Reyði Krossur fram eina felags keynote við sjónarhornum...

    Les meira um Tiltøk hjá Arktiska ráðnum um tilbúgving og fyrstuhjálp
  3. Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya

    Mynd + Tekst Og Logo OK (1)

    Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum, sjálvstøðugum og eldhugaðum endurnýtslusamskipara til eitt fjølbroytt og meiningsfult barnsburðarfarloyvisstarv. Um starviðEndurnýtslan er ein týðandi partur av virkseminum hjá Reyða Krossi og ein av týdningarmestu inntøkukeldunum til hjálparar...

    Les meira um Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya