IMG 4701

Betri og Reyði Krossur hava undirskrivað nýggja stuðulsavtalu

Í dag hava Betri og Reyði Krossur Føroya undirskrivað nýggja stuðulsavtalu, sum tryggjar framhaldandi stuðul til Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður og fyrstuhjálparundirvísingina fyri 7. floksnæmingar kring landið.

Betri hevur í nógv ár verið ein trúgvur og hollur stuðul hjá Reyða Krossi Føroya, og nýggja avtalan byggir víðari á góða samstarvið millum partarnar.

Avtalan fevnir um fastan stuðul til Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður og fyrstuhjálparundirvísingina fyri 7. floksnæmingar kring landið.

Samarittarnir hjá Reyða Krossi eru sjálvboðin, sum eru útbúgvin innan kropsliga og sálarliga fyrstuhjálp og eru til staðar á tiltøkum kring landið. Stuðulin er við til at tryggja karmarnar um hetta arbeiðið, millum annað við útgerð og búnum.

Við Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiðri varpar Reyði Krossur ljós á fólk og børn, sum hava framt serlig avrik innan fyrstuhjálp. Endamálið er samstundis at minna á týdningin av at duga fyrstuhjálp og eggja enn fleiri fólkum til at læra seg hana.

Fyrstuhjálparundirvísingin fyri 7. floksnæmingar hevur somuleiðis eitt langsiktað endamál: at geva børnum grundleggjandi førleikar í fyrstuhjálp og soleiðis við tíðini hækka trygdarstigið í føroyska samfelagnum.

Stuðulin frá Betri hevur ómetaliga stóran týdning fyri Reyða Kross Føroya og gevur okkum møguleika at halda fram við og menna arbeiðið innan fyrstuhjálp og tilbúgving.

Vit eru sera takksom fyri álitið og fyri trúgva stuðulin, sum Betri hevur veitt Reyða Krossi gjøgnum nógv ár. Langtíðar samstarv sum hetta gevur okkum betri møguleika at leggja arbeiðið til rættis og tryggja, at átøk, sum gera ítøkiligan mun í samfelagnum, kunnu halda fram.

Mynd: Evy J. Jacobsen, forstjóri í Betri P/F, og Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, undirskriva nýggju stuðulsavtaluna.

 

  1. Reyði Krossur søkir fyrstuhjálparinstruktør

    1. Hjálparskeið Til 7. Flokkar.2

    Reyði Krossur heldur, at øll eiga at duga fyrstuhjálp. Tess fleiri eru før fyri at hjálpa, tá á stendur, tess tryggari eru vit øll í gerandisdegnum. Eftirspurningurin eftir fyrstuhjálparskeiðum hjá Reyða Krossi er stórur, og tí leita vit eftir einum fyrstuhjálparinstruktøri, sum kann vera við til...

    Les meira um Reyði Krossur søkir fyrstuhjálparinstruktør
  2. Telefontíðir í summar

    Pexels Freestocks 19155

    Í summar hava vit broyttar telefontíðir: Frá 13. juli til 24. juli: kl. 13.00-15.00 Frá 27. juli til 31. juli: Stongt. Skuldi nakað átrokandi stungið seg upp hetta tíðarskeiðið, kanst tú senda okkum beinleiðis teldupost á redcross@redcross.fo.  Vit svara telefonini aftur sum vanligt kl. 10...

    Les meira um Telefontíðir í summar
  3. Stuðla við 500.000 krónum til arbeiði móti ebola í Kongo og Uganda

    P UGA1503

    Síðan mai mánað hevur stórt ebola-útbrot verið í DR Kongo og í pørtum av Uganda í Afrika. Talan er um Bundibugyo-frábrigdið av Ebola, sum er eitt álvarsligt og ofta lívshóttandi frábrigdi. Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur til arbeiðið at minka um smittuvandan av vandamikla ebola-frá...

    Les meira um Stuðla við 500.000 krónum til arbeiði móti ebola í Kongo og Uganda