Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan
Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC. Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvin...
Les meira um Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal
Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni. Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru ra...
Les meira um 500.000 krónur í neyðhjálp til NepalNýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi
Reyði Krossur Føroya hevur í gjár undirskrivað nýggja stuðulsavtalu við Betri-samtakið. Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum: Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður, og fyr...
Les meira um Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi
Í gjár vórðu ársnálir handaðar til sjálvboðin í klædnaskiljingini, sum hava verið virkin í Reyða Krossi í 5 ár ella longri.
Tað vórðu 22 ársnálir handaðar í alt á kvøldinum - harímillum vóru tvær 25 ára nálir 🌟
Skiljingin er fyrsta virksemisøkið, sum hevur fingið ársnálir handaðar, og í leypi av árinum verður komið runt til øll virksemisøkini í Reyða Krossi.
Handanin fór fram í sambandi við eitt av føstu kaffiprátunum, har sjálvboðin hittast at fáa kunning, práta og hugna sær saman.
Í ár fyllir Reyði Krossur Føroya 100 ár, og ársnálirnar eru ein partur av hátíðarhaldinum. Við teimum vilja vit heiðra og takka teimum mongu sjálvbodnu, sum gjøgnum árini hava borið felagsskapin.
Hjartans tøkk til øll sjálvboðin, sum lata sína tíð, orku og hjarta. Uttan sjálvboðin hevði eingin Reyði Krossur verið ❤️