1000017530 Thegem Blog Default

Afturum endurnýtsluna

Lat tað vera sagt beinavegin: Reyði Krossur merkir stóran góðvilja frá fólki í Føroyum og vit síggja, at fólk við gleði lata klæðir til okkara endurnýtslu, ið savnar pening til frama fyri hjálpararbeiði bæði í Føroyum og kring heimin. Hetta eru vit ótrúliga takksom fyri!

Tá tað er sagt, so síggja vit samstundis ein vaksandi tørv á, at hugburðurin til at keypa endurnýtsluklæðir verður broyttur.

Støðan er tann, at hóast nógv fegin lata klæðir til endurnýtslu, so eru tað samsvarandi ov fá, ið velja at keypa hesi klæðini í hinum endanum – tá tey hava verið ígjøgnum klædnaskiljingina, eru vald út og sett til sølu í okkara handlum.

Nógv arbeiði verður lagt í at savna klæðini inn og at skilja tey bestu burturúr. Heili 4 tons av klæðum koma inn um vikuna, sum skulu ígjøgnum fleiri hendur. Samstundis senda vit eisini umleið 150 tons av klæðum av landinum um árið til endurvinning – eisini fyri aðrar hjálparfelagsskapir.

Hetta er eitt umráðandi og stórt arbeiði, sum útvið 300 sjálvboðin gera hvønn dag í árinum, men sum er ógvuliga ósjónligt fyri onnur. Tí halda vit tað vera umráðandi, at ljós nú verður varpað á hetta økið – at tosað verður um endurnýtslu og ovurnýtslu, og at vit sum samfelag taka ábyrgd.

—
Hygg eftir innslagnum frá Degi og viku 8. desember, har Ingerð Jønsson, endurnýtslusamskipari, greiðir frá nýggjum skrásetingum av klæðum, ið koma inn til Reyða Kross, og hvussu neyðugt tað er, at fólk ikki bara lata, men eisini keypa klæðir í endurnýtslu.

https://kvf.fo/netvarp/sv/2025/12/08/vit-drukna-i-klaedum

  1. Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan

    Felagsmynd

    Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC. Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvin...

    Les meira um Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan
  2. 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal

    P NPL 260831 0047

    Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni. Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru ra...

    Les meira um 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal
  3. Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi

    IMG 4701

    Reyði Krossur Føroya hevur í gjár undirskrivað nýggja stuðulsavtalu við Betri-samtakið. Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum: Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður, og fyr...

    Les meira um Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi