Adalfundur 30. Mars 2025 3 Scaled Thegem Blog Default

Aðalfundur – og 500.000 kr. í neyðhjálp til Myanmar

Nýggj nevnd varð vald á árliga aðalfundinum hjá Reyða Krossi Føroya í dag. Nakað av fólki møtti upp til fundin, sum varð hildin í høvuðsbygninginum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Jóannes Eidesgaard, formaður,
Torfinn Højgaard, næstformaður,
Mary-Ann Thomsen, kassameistari,
Fía Niclasen, nevndarlimur,
Tommy Petersen, nevndarlimur,
Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur,
Tórgerð Jallgrímsdóttir, tiltakslimur.

Ársfrágreiðingin varð løgd fram á fundinum. Greitt varð frá nógva og ymiska virkseminum hjá Reyða Krossi um alt landið. Síðan varð roknskapurin fyri árið í fjør lagt fram. At enda varð lagt fram, hvørji hjálparátøk úti í heimi Reyði Krossur hevur latið pening til í 2024. Les ársfrágreiðingina her.

Harumframt gjørdi nevndin av – beint fyri fundin – at lata 500.000 krónur í neyðhjálp til Myanmar beinavegin.

Myanmar varð rakt av ógvusligum jarðskjálvta fyrradagin, tann 28. mars, og framvegis liggja børn og vaksin fangað undir húsaleivdum.  Fleiri enn 1.600 fólk hava latið lív í skjálvtanum. Tað hevur tískil alstóran týdning, at neyðhjálpin kemur fram sum skjótast.

  1. Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan

    Felagsmynd

    Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC. Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvin...

    Les meira um Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan
  2. 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal

    P NPL 260831 0047

    Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni. Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru ra...

    Les meira um 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal
  3. Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi

    IMG 4701

    Reyði Krossur Føroya hevur í gjár undirskrivað nýggja stuðulsavtalu við Betri-samtakið. Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum: Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður, og fyr...

    Les meira um Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi