800.000 kr. í neyðhjálp til Venesuela

Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata í felag 800.000 krónur í neyðhjálp til Venesuela.

Mikudagin 24. juni raktu tveir stórir jarðskjálvtar norður- og mið Venesuela. Jarðskjálvtarnir raktu við fáum sekunds millumbilum og eru mátaðir til at vera 7,2 og 7,5 á Richterstiganum. Jarðskjálvtamiðdepilin var mátaður at vera nærhendis Morón og Yumare, í statunum Carabobo og Yaracuy, sum liggja vestanfyri høvuðsstaðin Caracas. Jarðskjálvtarnir merktust í størsta partinum av landinum umframt í pørtum av Kolumbia, Karibia og Brasil. Ristingar eru mátaðar so langt sum 1.700 km frá jarðskjálvtamiðdeplinum, heilt í Amasonas í Brasil.

Stjórnin í Venesuela hevur lýst neyðstøðu í landinum. Tað verður mett, at 9,7 milliónir fólk eru ávirkað av hendingunum. Teirra millum hava 530.000 fólk verið útsett í ógvusligastu ristingunum. Sambært nýggjastu tølunum hava 1.450 fólk latið lív, og 3.150 eru løstað, men hesi tølini vaksa í heilum so hvørt fólk verða funnin aftur í húsaleivdum.

Infrastruktururin er somuleiðis hart raktur, og fleiri enn 204 bygningar eru dottnir niður, 217 bygningar hava fingið stórar skaðar, og 300 aðrir hava fingið nakað av skaða.

Reyði Krossur í Venesuela hevur fingið umbønir frá familjum, sum leita eftir fleiri enn túsund familjulimum. Størsti partur av hesum umbønum koma úr havnabýnum La Guaira nærhendis høvuðsstaðnum Caracas.

Sambært statistiskum framrokningum hjá USGC kunnu væntast millum 1.000 og 10.000 deyð og løstað í hesum báðum jarðskjálvtunum.

Tað vil siga, at túsundtals fólk hava mist sítt heim ella heimið hevur fingið stóran skaða, og samfelagskritisk undirstøðukervi, sjúkrahús, vatnveiting, elveiting og fjarskifti eru nógv tarnað. Humaniteru tørvirnir eru ómetaliga stórir, serliga innan bráðfeingis heilsuhjálp, fyribils bústaðir, reint vatn, reinføri og sálarligan stuðul.

 

Stuðul úr Føroyum

Føroya landsstýri hevur játtað Reyða Krossi Føroya 400.000 kr. til neyðhjálpararbeiðið og Reyði Krossur Føroya leggur somu upphædd afturat úr egnum kreppumiðlum, soleiðis at samlaði føroyski stuðulin til átakið verður 800.000 kr.

Endamálið við stuðlinum er at hjálpa teimum, sum eru harðast rakt av jarðskjálvtunum. Átakið fevnir um lívbjargandi neyðhjálp og hjálp til familjurnar at koma fyri seg aftur, herundir neyðhjálp og útflýggjan av neyðsynjarvørum, bjargingararbeiði, heilsuhjálp, fyrstuhjálp og sálarligan stuðul, vatn-, reinføri- og heilsutiltøk, og hjálp til familjur, ið hava mist samband við avvarðandi. Síðan verður stuðulin eisini brúktur til at trygga endurbygging og kontantstuðul til húsarhald, har tað er møguligt.

Stuðulin verður veittur gjøgnum IFRC Emergency Appeal, sum Altjóða Reyða Kross Føderatiónin (IFRC) stendur fyri, í samstarvi við Venesuelska Reyða Kross. Hetta tryggjar at hjálpin verður veitt, har tørvurin er størstur við teimum metingum, sum verða gjørdar á staðnum.

  1. Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober

    Updateable Movable Picture Template (3)

    Leygardagin 31. oktober verður stóra landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya. Sent verður beinleiðis úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya, og í ár verður innsavningin serlig, tí Reyði Krossur Føroya samstundis hátíðarheldur 100 ár. Í 100 ár hevur Reyði Krossur Føroya hjálpt fólki í neyð – bæ...

    Les meira um Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober
  2. Tiltøk hjá Arktiska ráðnum um tilbúgving og fyrstuhjálp

    IMG 1877

    Reyði Krossur Føroya hevur hesa vikuna luttikið á tveimum tiltøkum hjá Arktiska ráðnum í Føroyum, har sjóneykan hevur verið sett á tilbúgving, samstarv og lokalan førleika í arktiskum samfeløgum. Á ráðstevnuni Cold Seas – Critical Gaps legði Reyði Krossur fram eina felags keynote við sjónarhornum...

    Les meira um Tiltøk hjá Arktiska ráðnum um tilbúgving og fyrstuhjálp
  3. Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya

    Mynd + Tekst Og Logo OK (1)

    Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum, sjálvstøðugum og eldhugaðum endurnýtslusamskipara til eitt fjølbroytt og meiningsfult barnsburðarfarloyvisstarv. Um starviðEndurnýtslan er ein týðandi partur av virkseminum hjá Reyða Krossi og ein av týdningarmestu inntøkukeldunum til hjálparar...

    Les meira um Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya