Skærmbillede 2026 11 01 094445

3,9 milliónir krónur til hjálpararbeiðið – hjartans tøkk til Føroya fólk

Leygarkvøldið 31. oktober varð stóra Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya hildin í Norðurlandahúsinum í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá felagsskapinum.

3,9 milliónir krónur vórðu savnaðar inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og úti í heimi.

Reyði Krossur Føroya fegnast almikið um úrslitið og tann stóra stuðulin, sum einstaklingar, fyritøkur og feløg kring landið hava víst. Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, er sera takksamur fyri undirtøkuna og sær hana sum eina staðfesting av, at Reyði Krossur hevur sterkar røtur í føroyska samfelagnum.

Talan var um eina fjølbroytta og spennandi sending við góðum tónleiki, áhugaverdum samrøðum og rørandi filmsinnsløgum, sum góvu innlit í tað fjølbroytta hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi. Millum annað varð varpað ljós á summarleguna, sjálvbodna samarittaarbeiðið og hjálpararbeiðið í Ukraina og øðrum kreppuraktum londum. Eisini varð hugt aftur á søguna hjá Reyða Krossi Føroya, og ein serligur málningur eftir Edvard Fuglø varð boðin út til frama fyri hjálpararbeiðið.

 

Reyði Krossur Føroya takkar hjartaliga øllum, sum hava stuðlað innsavningini, og øllum teimum mongu sjálvbodnu, tónleikarunum, gestunum og samstarvspørtunum, sum vóru við til at gera hetta serliga kvøldið møguligt.

  1. Føroyskur stuðul styrkir trygga føðihjálp í Niger

    P NER0253 Jpg

    Við føroyskum stuðli verður arbeitt fyri at geva kvinnum í Zinder-økinum í Niger tryggari atgongd til heilsutænastur í sambandi við barnsburð. Verkætlanin er partur av altjóða virkisætlanini hjá Reyða Krossi Føroya og Føroya landsstýri. Vit hava nú fingið ein nýggjan film úr Niger, sum vísir naka...

    Les meira um Føroyskur stuðul styrkir trygga føðihjálp í Niger
  2. 100 ára hátíðarhald

    30Okt26 84A5403

    Fríggjakvøldið 30. oktober varð 100 ára dagurin hjá Reyða Krossi Føroya hátíðarhildin í Skeiva Pakkhúsi. Til hátíðarhaldið vóru sjálvbodnir virksemisleiðarar, fyrrverandi og núverandi forfólk, stuðlar og samstarvspartar, umboð fyri Reyða Kross úr grannalondunum og umboð fyri landsins leiðslu. Tað...

    Les meira um 100 ára hátíðarhald
  3. Elisabeth vann bilin

    3W3A3454 Exp

    Tað var ein ovurfegin Elisabeth Petersen úr Fuglafirði, sum í dag fekk handað nýggja bilin, sum hon vann í sambandi við Landsinnsavningina. Elisabeth hevði stuðlað við at keypa ein lutaseðil, sum so vísti seg at vera hepni vinnaraseðilin! Hon gjørdist ikki sørt ovfarin, tá Elin á Rógvi ringdi...

    Les meira um Elisabeth vann bilin