Hjartans Tokk 1

1,3 mió. krónur savnaðar inn í Landsinnsavningini 2025

Til árligu Landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum var í vikuni 6. til 13. september, vórðu tilsamans 1,36 milliónir krónur savnaðar inn.

 

Hjartans tøkk til øll, sum hava gingið við bússu í árligu Landsinnsavningini, og øll, ið hava latið eina gávu.

 

Av innsavnaða peninginum fara okkurt um 750.000 krónur til hjálpararbeiði í Afganistan, har jarðskjálvti tann 31. august kravdi fleiri enn 1.100 mannalív og legði heilar bygdir í oyði. Túsundtals fólk eru løstað, heimleys og hava átrokandi tørv á hjálp. Reyði Krossur er á staðnum og veitir neyðhjálp – og við hesum stuðlinum frá Landsinnsavningini kunnu vit røkka enn longur.

 

Stuðulin fer serliga til at styrkja endurmenningardeplarnar hjá afganska Reyða Hálvmána, har tørvurin á hjálp hevur verið serliga stórur eftir jarðskjálvtarnar. Á hesum deplum fáa fólk sálarliga hjálp, viðgerð og stuðul til at koma fyri seg aftur. Í løtuni eru deplarnir hjá Reyða Hálvmána undir ógvusligum trýsti, bæði tí fólk hava tørv á hjálp í kjalarvørrinum av jarðskjálvtunum, men eisini tí, at afturflytingin til landið er ovurhonds stór í løtuni.

 

Afganski Reyði Hálvmáni hevur sjey endurmenningardeplar um alt landið, sum leggja seg eftir at betra um umstøðurnar á ymsar mátar:

 

1. Stutttíðarhjálp – tað tey nevna ”Human dignity” – fólk sleppa undir brús, fáa tannbust og tílíkt

2. Betra um stóra mangulin upp á læknar/psykiatarar og heilivág

3. ”Recovery support” – tað, at fólk fáa hjálp til at megna sítt lív aftur og fáa endurmenning aftaná at vera útskrivað

4. Stuðul til familjur og avvarðandi hjá sjúklingum

 

Tað verður millum annað sagt, at tað vóru 700 fólk fleiri enn vanligt á bert tí eina endurmenningardeplinum í farnu viku.

 

Restin av innsavnaða peninginum frá Landsinnsavningini verður brúktur til hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í Føroyum, eitt nú Mat- og klædnahjálp til familjur, ið hava ilt við at fáa endarnar at røkka, Vitjanartænastuna, ið er við til at basa einsemi, Samarittarnar, ið økja um tryggleikan á tiltøkum, og integratiónsarbeiði, ið stuðlar tilflytarum og flóttafólki at fóta sær í Føroyum.

 

Á redcross.fo/studla/landsinnsavningin sært tú eitt yvirlit yvir úrslitunum frá øllum innsavningarbússunum. Øll, ið gingu við bússu, vóru eisini við í lutakastinum um fýra gávubrøv frá Atlantic Airways – vinnararnir fáa beinleiðis boð.

 

Reyði Krossur Føroya

  1. Telefontíðir í summar

    Pexels Freestocks 19155

    Í summar hava vit broyttar telefontíðir: Frá 13. juli til 24. juli: kl. 13.00-15.00 Frá 27. juli til 31. juli: Stongt. Skuldi nakað átrokandi stungið seg upp hetta tíðarskeiðið, kanst tú senda okkum beinleiðis teldupost á redcross@redcross.fo.  Vit svara telefonini aftur sum vanligt kl. 10...

    Les meira um Telefontíðir í summar
  2. Stuðla við 500.000 krónum til arbeiði móti ebola í Kongo og Uganda

    P UGA1503

    Síðan mai mánað hevur stórt ebola-útbrot verið í DR Kongo og í pørtum av Uganda í Afrika. Talan er um Bundibugyo-frábrigdið av Ebola, sum er eitt álvarsligt og ofta lívshóttandi frábrigdi. Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur til arbeiðið at minka um smittuvandan av vandamikla ebola-frá...

    Les meira um Stuðla við 500.000 krónum til arbeiði móti ebola í Kongo og Uganda
  3. 800.000 kr. í neyðhjálp til Venesuela

    P VEN0409

    Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata í felag 800.000 krónur í neyðhjálp til Venesuela. Mikudagin 24. juni raktu tveir stórir jarðskjálvtar norður- og mið Venesuela. Jarðskjálvtarnir raktu við fáum sekunds millumbilum og eru mátaðir til at vera 7,2 og 7,5 á Richterstiganum. Jarðskjálvtam...

    Les meira um 800.000 kr. í neyðhjálp til Venesuela