Tíðindi

  1. 100 ára hátíðarhald

    30Okt26 84A5403

    Fríggjakvøldið 30. oktober varð 100 ára dagurin hjá Reyða Krossi Føroya hátíðarhildin í Skeiva Pakkhúsi. Til hátíðarhaldið vóru sjálvbodnir virksemisleiðarar, fyrrverandi og núverandi forfólk, stuðlar og samstarvspartar, umboð fyri Reyða Kross úr grannalondunum og umboð fyri landsins leiðslu. Tað...

    Les meira um 100 ára hátíðarhald
  2. Elisabeth vann bilin

    3W3A3454 Exp

    Tað var ein ovurfegin Elisabeth Petersen úr Fuglafirði, sum í dag fekk handað nýggja bilin, sum hon vann í sambandi við Landsinnsavningina. Elisabeth hevði stuðlað við at keypa ein lutaseðil, sum so vísti seg at vera hepni vinnaraseðilin! Hon gjørdist ikki sørt ovfarin, tá Elin á Rógvi ringdi...

    Les meira um Elisabeth vann bilin
  3. 3,9 milliónir krónur til hjálpararbeiðið – hjartans tøkk til Føroya fólk

    Skærmbillede 2026 11 01 094445

    Leygarkvøldið 31. oktober varð stóra Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi Føroya hildin í Norðurlandahúsinum í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá felagsskapinum. 3,9 milliónir krónur vórðu savnaðar inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi, bæði í Føroyum og úti í heimi. Reyði Krossur Føroya feg...

    Les meira um 3,9 milliónir krónur til hjálpararbeiðið – hjartans tøkk til Føroya fólk
  4. Edward Fuglø hevur málað serstakan málning til 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi

    Edward Of Málningur

    Málningurin verður seldur á uppboðssølu undir Landsinnsavningini leygarkvøldið 31. oktober. Allur ágóðin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.Í ár eru 100 ár liðin, síðan Reyði Krossur Føroya varð stovnaður, og í tí sambandi hevur Edward Fuglø málað eitt forkunnugt listaverk, sum nú verður...

    Les meira um Edward Fuglø hevur málað serstakan málning til 100 ára hátíðarhaldið hjá Reyða Krossi
  5. Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober

    Updateable Movable Picture Template (3)

    Leygardagin 31. oktober verður stóra landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya. Sent verður beinleiðis úr Norðurlandahúsinum í Kringvarpi Føroya, og í ár verður innsavningin serlig, tí Reyði Krossur Føroya samstundis hátíðarheldur 100 ár. Í 100 ár hevur Reyði Krossur Føroya hjálpt fólki í neyð – bæ...

    Les meira um Stór landsinnsavning hjá Reyða Krossi Føroya 31. oktober
  6. Tiltøk hjá Arktiska ráðnum um tilbúgving og fyrstuhjálp

    IMG 1877

    Reyði Krossur Føroya hevur hesa vikuna luttikið á tveimum tiltøkum hjá Arktiska ráðnum í Føroyum, har sjóneykan hevur verið sett á tilbúgving, samstarv og lokalan førleika í arktiskum samfeløgum. Á ráðstevnuni Cold Seas – Critical Gaps legði Reyði Krossur fram eina felags keynote við sjónarhornum...

    Les meira um Tiltøk hjá Arktiska ráðnum um tilbúgving og fyrstuhjálp
  7. Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya

    Mynd + Tekst Og Logo OK (1)

    Reyði Krossur Føroya leitar eftir einum dugnaligum, sjálvstøðugum og eldhugaðum endurnýtslusamskipara til eitt fjølbroytt og meiningsfult barnsburðarfarloyvisstarv. Um starviðEndurnýtslan er ein týðandi partur av virkseminum hjá Reyða Krossi og ein av týdningarmestu inntøkukeldunum til hjálparar...

    Les meira um Endurnýtslusamskipari til Reyða Kross Føroya
  8. Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan

    Felagsmynd

    Mánadagin 21. sept. og týsdagin 22. sept. var Reyði Krossur Føroya vertur fyri norðulendska fundin fyri fyrstuhjálparsamskiparar. Í ár luttóku somuleiðis tvey umboð fyri altjóða federatiónina fyri Reyða Kross, IFRC. Í fjør var Reyði Krossur Føroya á fyrsta sinni umboðað í norðurlendska samstarvin...

    Les meira um Norðurlendskt fyrstuhjálparsamstarv og IFRC-vitjan
  9. 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal

    P NPL 260831 0047

    Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni. Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru ra...

    Les meira um 500.000 krónur í neyðhjálp til Nepal
  10. Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi

    IMG 4701

    Reyði Krossur Føroya hevur í gjár undirskrivað nýggja stuðulsavtalu við Betri-samtakið. Avtalan tryggjar framhaldandi stuðul til trý øki, sum á hvør sín hátt eru við til at styrkja fyrstuhjálp og tryggleika í føroyska samfelagnum: Samarittarnar, Ársins fyrstuhjálpara og Ársins barnaheiður, og fyr...

    Les meira um Nýggj stuðulsavtala styrkir arbeiðið hjá Reyða Krossi
  11. Reyði Krossur søkir fyrstuhjálparinstruktør

    1. Hjálparskeið Til 7. Flokkar.2

    Reyði Krossur heldur, at øll eiga at duga fyrstuhjálp. Tess fleiri eru før fyri at hjálpa, tá á stendur, tess tryggari eru vit øll í gerandisdegnum. Eftirspurningurin eftir fyrstuhjálparskeiðum hjá Reyða Krossi er stórur, og tí leita vit eftir einum fyrstuhjálparinstruktøri, sum kann vera við til...

    Les meira um Reyði Krossur søkir fyrstuhjálparinstruktør
  12. Telefontíðir í summar

    Pexels Freestocks 19155

    Í summar hava vit broyttar telefontíðir: Frá 13. juli til 24. juli: kl. 13.00-15.00 Frá 27. juli til 31. juli: Stongt. Skuldi nakað átrokandi stungið seg upp hetta tíðarskeiðið, kanst tú senda okkum beinleiðis teldupost á redcross@redcross.fo.  Vit svara telefonini aftur sum vanligt kl. 10...

    Les meira um Telefontíðir í summar
  13. Stuðla við 500.000 krónum til arbeiði móti ebola í Kongo og Uganda

    P UGA1503

    Síðan mai mánað hevur stórt ebola-útbrot verið í DR Kongo og í pørtum av Uganda í Afrika. Talan er um Bundibugyo-frábrigdið av Ebola, sum er eitt álvarsligt og ofta lívshóttandi frábrigdi. Reyði Krossur Føroya letur 500.000 krónur til arbeiðið at minka um smittuvandan av vandamikla ebola-frá...

    Les meira um Stuðla við 500.000 krónum til arbeiði móti ebola í Kongo og Uganda
  14. 800.000 kr. í neyðhjálp til Venesuela

    P VEN0409

    Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri lata í felag 800.000 krónur í neyðhjálp til Venesuela. Mikudagin 24. juni raktu tveir stórir jarðskjálvtar norður- og mið Venesuela. Jarðskjálvtarnir raktu við fáum sekunds millumbilum og eru mátaðir til at vera 7,2 og 7,5 á Richterstiganum. Jarðskjálvtam...

    Les meira um 800.000 kr. í neyðhjálp til Venesuela
  15. Ársnálir handaðar sjálvbodnum

    Image (17)

    Í gjár vórðu ársnálir handaðar til sjálvboðin í klædnaskiljingini, sum hava verið virkin í Reyða Krossi í 5 ár ella longri. Tað vórðu 22 ársnálir handaðar í alt á kvøldinum - harímillum vóru tvær 25 ára nálir 🌟  Skiljingin er fyrsta virksemisøkið, sum hevur fingið ársnálir handaðar, og í...

    Les meira um Ársnálir handaðar sjálvbodnum