Yrki:
Deildarleiðari á Korndalsbýlinum á Eiði, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, starvaðist á Landssjúkrahúsinum í 11 ár, og hevur starvast á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum í trý ár.
Royndir:
Tiltakslimur í nevndini síðan 2023, gjørdist fyrstuhjálparinstruktørur í 2019, er instruktørur í sálarligari fyrstuhjálp, var eitt skifti samskipari í fyrstuhjálp á skrivstovuni í Reyða Krossi.
Serlig ábyrgd:
- Tilbúgving:
- Samarittatænasta
- Fyrstuhjálparaskeið
Um:
Tórgerð er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur starvast á Landssjúkrahúsinum í 11 ár, frá 2012 til 2023, tá hon gjørdist deildarleiðari á Korndalsbýlinum á Eiði, sum er partur av heimatænastuni VEKS. Hon hevur eisini starvast á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum í trý ár.
Í Reyða Krossi hevur Tórgerð gjørt nógv við fyrstuhjálp. Hennara áhugi liggur serliga innanfyri fyrstuhjálp, sálarliga fyrstuhjálp, samarittar og tilbúgving sum heild. Hon tók instruktørskeið sum fyrstuhjálparinstruktørur í 2019 gjøgnum Reyða Kross:
- Hetta undirvísti eg í í mínari frítíð fram til 1. februar í 2022, tá eitt hálvtíðarstarv, sum fyrstuhjálparinstruktørur og samskipari í fyrstuhjálp bleiv upprættað. Hetta arbeiðið segði eg seinni upp, tá eg fór til heimatænastuna VEKS í november 2023.
Samstundis, sum hon fór í annað starv gjørdi hon av at halda fast við Reyða Kross á tann hátt, at hon fór upp í nevndina, og í dag er hon aftur vorðin sjálvboðin fyrstuhjálparinstruktørur umframt, at hon nú er instruktørur í sálarligari fyrstuhjálp hjá Reyða Krossi. Tórgerð bleiv sum ein av teimum fyrstu instruktørur í sálarligari fyrstuhjálp í 2022. Hon sá sjálv stóran tørv á at fáa hesa vitanina út til fleiri fólk, tá hon arbeiddi sum sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum:
- Eg saknaði eina tilbúgving í Føroyum, sum eitur “Sálarlig fyrstahjálp”. Her hugsi eg, at Reyði Krossur hevur nógv at bjóða og kann verða ein viðleikari í at breiða hesa vitanina í føroyska samfelagnum.
Í dag hevur Reyði Krossur stórar ætlanir við sálarligari fyrstuhjálp. Millum annað eru fimm nýklæktir instruktørar í sálarligari fyrstuhjálp, sum skulu vera við til at halda skeið fyri einstaklingum, fyritøkum – og fyri øllum teimum sjálvbodnu, sum eru í hjálparfelagsskapinum:
- Vit vilja, at fólk skulu vera betur ílatin til at møta fólkum, sum onkursvegna eru rakt av sorg ella kreppu. Hetta við sálarligari fyrstuhjálp var til dømis uppi at venda, tá flóttahjálpin byrjaði og tað er í slíkum førum vit ynskja at vera so klár sum møguligt at taka ímóti fólki, sum kunnu hava brúk fyri okkara hjálp, sigur Tórgerð.
Tað kann tykjast torført at skilja, hvat sálarlig fyrstahjálp er fyri nakað, tí tað fevnir breitt og er í nógvan mun tengt at ítøkiligu støðuni. Tórgerð greiðir frá, at sálarlig fyrstahjálp er tann fyrsta hjálpin, sum kann gevast einum fólki í kreppu – men hon skal endiliga ikki blandast við kreppuhjálp, sum er hjálp veitt av útbúnum fólki:
- Ein og hvør kann veita sálarliga fyrstuhjálp! Tað snýr seg nevniliga um at vera eitt empatiskt medmenniskja – at tú ert til staðar, tosar við viðkomandi, sum hevur verið úti fyri onkrum ógvusligum og møguliga setir viðkomandi í samband við aðra hjálp, um tú metir, at tørvur er á tí. Tað kann vera, at tørvur er á læknahjálp – ella at tú ringir til ein avvarðandi hjá persóninum.
Innanfyri sálarliga fyrstuhjálp verða orðini ”Look, Listen, Link” nógv brúkt um júst hetta. Á føroyskum hygg, lurta og knýt, sum er at orientera seg um støðuna, geva sær tíð til at vera nærverandi, og seta persónin í samband við aðra hjálp ella við síni nærmastu, um tørvur er á tí.
Reyði Krossur hevur arbeitt við kropsligari fyrstuhjálp heilt frá byrjan av, men hvussu við tí sálarliga, spyr Tórgerð:
- Tað er eitt heilt menniskja aftanfyri ein brotnan arm, og tað er týdningarmikið at vit síggja heila menniskjað.
Tað eru fleiri spurningar uppi at venda um, hvussu Reyði Krossur skal brúka sálarliga fyrstuhjálp. Í Íslandi hava tey til dømis PFA-toymi (PFA = Psychological First Aid). Hesi toymini fara út á staðið, tá onkur stór vanlukka hendir, so sum eldgos og omanlop.
- Kanska slík toymi eisini kundu verið í Føroyum, sigur Tórgerð at enda.