Samarittar

Samarittarnir hjá Reyða Krossi eru til staðar og økja um tryggleikan á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi.

16Mars24 B3a2168 2048X1366

Samarittarnir arbeiða sjálvboðið og eru væl útbúnir innan fysiska og sálarliga fyrstuhjálp. Samarittarnir eru við til at tryggja, at skaðatilburðir og sjúkutekin verða handfarin skjótast gjørligt – hetta kann vera alt frá smærri skaðum til álvarsligari støður, har skjót fyrstahjálp ger stóran mun og í summum førum kann bjarga lívi.

Betri Trygging er høvuðsstuðul hjá samarittunum.

Samarittavaktbílegging

Samarittavaktbílegging

Vilt tú bíleggja samarittar til eitt tiltak? Vinarliga útfyll frymilin niðanfyri, og tú frættir aftur frá okkum.

Hevur tú spurningar um eitthvørt, skriva til okkara á samarit@redcross.fo

Teigir markeraðir við * eru kravdir.
Navn á felagi/stovni, ið stendur fyri tiltakinum.
Navn á ábyrgdarpersóni
Eitt nú tónleikafestivalur, ítróttardystur, barnatiltak e.l.
Umleið
Alt tíðarskeiðið tit ynskja samarittar til staðar
Vinarliga skriva umleið klokkutíð tit ynskja samarittar til staðar (t.d. kl. 19 - friður)
Navn á staði/bústaði, har samarittavaktin skal halda til.
Navn og telefonnummar
Viðurskifti á staðnumSet kross við tað, tit kunnu veita. Setast kunnu fleiri krossar.
Hevur tú aðrar viðmerkingar, kunnu teir skrivast her.
Vilt tú gerast samarittur?

Vilt tú gerast samarittur?

Er tú eldri enn 18 ár og hevur tú hug til at gera mun, veita fyrstuhjálp í neyðstøðu og samstundis fáa góðar upplivingar í einum góðum toymi?

Í løtuni væntar okkum nógvar samarittar. Stevnur, festivalar og tiltøk av alskyns slagi eru við til at mynda føroyska summarið. Samarittarnir hjá Reyða Krossi virka fyri, at vit øll kunnu kenna okkum eitt sindur tryggari.

At vera samarittur hjá Reyða Krossi er sjálvboðið arbeiði, har tú ert við til at hjálpa við nógvum ymiskum, alt frá smásnuddum til størri skaðum, at geva professionel boð víðari til eitt nú sjúkrabil og vakthavandi, og har tú fært útbúgving innan fysiska og sálarliga fyrstuhjálp. Samarittarnir eru sjónliga til staðar á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi. Hareftir fært tú ríkar møguleikar at førleikamenna teg.

Sum partur av heimsins størsta hjálparfelagsskapi, hjálpir tú okkum at hjálpa øðrum. Tú kanst melda teg til við at brúka frymilin hjá okkum omanfyri í teiginum: Samband - samarittar ella á samarit@redcross.fo, til ber eisini at ringja til Reyða Kross á telefon (+298) 283629.

Tað ber at luttaka í samaritt-tænastuni, sum næmingur, inntil mann fær tíð og møguleika at á skeiðnum, og harvið gerast samarittur.

Treytir fyri at klára skeiðið:
– Vera minst 18 ár
– Klára at fullføra HLR á jørðini í 10 minuttir, sum partur av einum toymi av tveimum.
– Kunna flyta ein sjúkling á børu, saman við 3 øðrum, so at børutoymi er samansett av 4 fólkum.
– Sálarliga vera sjálvstøðugur og búgvin, og eisini hava fatan av álvaranum í samarittaarbeiðinum, hetta inniber, at ein kann koma í ymiskar óvanligar støður og kunna verða um ein sjúkling í sorg ella við álvarsligum løstum.
– Kunna tosa, skilja og orða seg skriftligt á føroyskum.
– Tað er ein treyt at vera til staðar, fyri at klára skeiði.
– Taka undir við grundvirðunum hjá Reyða Krossi.

Samband - Samarittar

Samband - Samarittar

Vinarliga brúka frymilin niðanfyri, fyri at skriva til samarittarnar hjá Reyða Krossi.

* Kravdir teigar
Teldupost adressa
Tíni boð til okkum