Skeið í fyrstuhjálp
Mælt verður til at dagføra skeiðið annaðhvørt ár. Inntøkur frá fyrstuhjálparskeiðum verða brúktar til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi bæði í Føroyum og kring heimin.
Fyritøkur, stovnar o.l kunnu senda fyrispurning um skeið, umstøður, prís o.a. við at skriva á fyrstahjalp@redcross.fo.
Skeið til einstaklingar verða hildin regluliga - les meir og tekna teg til skeið niðanfyri.
Fyrstahjálp við hjartastartara
Fyrstahjálp við hjartastartara
Ein hjartasteðgur er altíð óvæntaður, og fyrsta hjálpin er av størsta týdningi í avgerandi minuttunum, áðrenn sjúkrabilurin kemur á staðið.
Á hesum skeiðinum lærir tú millum annað:
- Hjarta-lunga-bjarging
- Brúk av AED (hjartastartara)
- Tey fýra høvuðspunktini
- Burturbeining av fremmandalikami úr andaleiðini
Eitt fyrstuhjálparaskeið við AED er 4 tímar til longdar og kostnaður er 520 kr. fyri hvønn.
Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.
Tekna teg
Tú kanst tekna teg til eitt fyrstuhjálparskeið við AED (hjartastartara) við trysta á knøttin:
Spurningar: fyrstahjalp@redcross.fo ella tel. 286629.
Fyrstahjálp í ferðsluni
Fyrstahjálp í ferðsluni
Tá tú tekur koyrikort, skalt tú hava fullført eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni.
Fyrstuhjálparskeið í ferðsluni er góðkent til koyrikort til bil, motorsúkklu, prutl og traktor.
Ásett eru tvey ymisk skeið, um tú skal taka fyrstuhjálparskeið í samband við koyrikort:
- Góðkent til koyrikort til bil, motorsúkklu og traktor.
- Góðkent til koyrikort til prutl.
Skeiðið fevnir millum annað um:
- Hjarta-lunga-bjarging við hjálp av AED (hjartastartara)
- Tey fýra høvuðspunktini
- Ferðsluvanlukkur
- Lívshættisligar bløðingar
- Brot á armar og bein
- Skaðar á nakka, rygg og høvd
- Fyribyrging av ferðsluvanlukkum
- Burturbeining av fremmandalikami úr andaleiðini
Fyrstuhjálparskeið í ferðsluni er 8 tímar til longdar.
Kostnaður er 650 kr. fyri hvønn luttakara.
Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.
Tekna teg
Tú kanst tekna teg til Fyrstuhjálp í ferðsluni við at trýsta á knøttin:
Spurningar: fyrstahjalp@redcross.fo ella tel. 286629.
Víðkað skeið í fyrstuhjálp
Víðkað skeið í fyrstuhjálp
Eitt 12 tíma víðkað skeið í fyrstuhjálp verður ofta tikið í sambandi við eina útbúgving (eitt nú er skeiðið góðkent til heilsustarvsfólk), ella frítíðarstarv (so sum kaving, ferðaleiðarar, klatrivegleiðarar o.a.).
Skeiðið fevnir millum annað um:
- Fyrstahjálp, fet fyri fet, tá talan er um hjartasteðg, við og uttan AED (hjartastartara).
- Fyrstahjálp, tá talan er um størri vanlukkur í ferðsluni, á arbeiðsplássinum, við hús og tá talan er um brádliga íkomna sjúku og skaðar.
- Handfara el-vanlukkur, fremmandalikam í andaleiðini, skálding, brunasár, brot á armar og bein, skaðar á nakka/rygg og høvd
- Meta um persónar, senda boð eftir hjálp á 1-1-2, leggja í legu, og sálarlig fyrstahjálp
.Eftir fullført skeið fært tú eitt fyrstuhjálparprógv, ið er altjóða góðkent, umframt fyrstuhjálparbók og annað skeiðstilfar.
Eitt víðkað skeið í fyrstuhjálp er 12 tímar til longdar og kostnaður er 890 kr. fyri hvønn luttakara.
Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.
Tekna teg
Tú kanst tekna teg til eitt víðkað skeið í fyrstuhjálp við at trýsta á knøttin:
Fyrstahjálp til børn og pinkubørn
Fyrstahjálp til børn og pinkubørn
Ert tú nýliga vorðin foreldur og kundi hugsað tær at duga fyrstuhjálp? Hevur tú eldri børn og vilt gjarna vita, hvat tú skalt gera, um ein ólukka hendir?
Tak eitt skeið í fyrstuhjálp til børn og pinkubørn hjá Reyða Krossi.
Skeiðið fevnir millum annað um:
- At fáa lív aftur í børn. Serlig atlit skulu takast í sambandi við hjartamassagu og
- kunstigan andadrátt til lítil eins og til stór børn
- Burturbeining av fremmandalikami. Verður rætta hjálpin ikki stundisliga veitt, kann tað kann enda galið, tá eitt fremmandalikam setur seg fast í hálsin á einum barni
- Fyrstahjálp í sambandi við álvarsamar brunasjúkur
Eitt skeið í fyrstuhjálp til børn og pinkubørn er 4 tímar til longdar.
Kostnaður er 520 kr. fyri hvønn luttakara.
Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.
Tekna teg
Tú kanst tekna teg til eitt skeið í fyrstuhjálp til børn og pinkubørn við at trýsta á knøttin:
Spurningar: fyrstahjalp@redcross.fo ella tel. 286629.
Skeið til bólkar og fyritøkur
Skeið til bólkar og fyritøkur
Stovnar, feløg og arbeiðspláss kunnu fáa skraddaraseymaða undirvísing í fyrstuhjálp við støði í tykkara tørvi og arbeiðsumstøðum.
Tit gera sjálvi av, um skeiðið skal haldast í ella eftir arbeiðstíð, hvar skeiðið skal haldast, og hvussu nógvar tímar skeiðið er. Pláss er fyri upp til 16 luttakarum á hvørjum skeiði.
Vit bjóða tykkum:
- Vælútbúnar og altjóða góðkendar instruktørar
- Skraddaraseymað skeið
- Fleksibilitet ísv. tíð, stað og longd
- Góðan prís
- Spennandi og fangandi undirvísing
- Altjóða góðkent fyrstuhjálparprógv
- Fyrstuhjálparhandbók
- Avsláttur á uppfylgjandi skeiðum
Prísurin veldst um tal av luttakarum og samanseting av skeiði.
Skriva til okkara á fyrstahjalp@redcross.fo ella ring á 286629 og fá eitt prát um júst tykkara tørv.
Skeið í sálarligari fyrstuhjálp
Skeið í sálarligari fyrstuhjálp
Tá tú tekur koyrikort, skalt tú hava fullført eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni.
Fyrstuhjálparskeið í ferðsluni er góðkent til koyrikort til bil, motorsúkklu, prutl og traktor.
Ásett eru tvey ymisk skeið, um tú skal taka fyrstuhjálparskeið í samband við koyrikort:
- Góðkent til koyrikort til bil, motorsúkklu og traktor.
- Góðkent til koyrikort til prutl.
Skeiðið fevnir millum annað um:
- Hjarta-lunga-bjarging við hjálp av AED (hjartastartara)
- Tey fýra høvuðspunktini
- Ferðsluvanlukkur
- Lívshættisligar bløðingar
- Brot á armar og bein
- Skaðar á nakka, rygg og høvd
- Fyribyrging av ferðsluvanlukkum
- Burturbeining av fremmandalikami úr andaleiðini
Fyrstuhjálparskeið í ferðsluni er 8 tímar til longdar.
Kostnaður er 650 kr. fyri hvønn luttakara.
Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.
First aid courses
First aid courses
Learn first aid, save lives
A first aid course may turn out to be the most important course you have ever taken. In an emergency, the skills learned in a first aid course could mean the difference between life and death.
Read more about our first aid courses below.
Any profits from the sale go directly to our relief efforts in the Faroe Islands and in the world’s focal points.