Hvat eru vitjanarvinir?
Hvat eru vitjanarvinir?
Ein vitjunarvinur er ein, sum sjálvboðin bjóðar seg til at vitja fólk.
Eina løtu, einaferð um vikuna.
Linda og Henrik eru vitjanarvinir hjá einum eldri manni. Tey eru sera fegin um at hava henda møguleika:
“Løtan, ið vit brúka einaferð um vikuna at vitja ein fittan hugnaligan vitjunarvin, er sera gevandi. Mann blívur glaður heilt inn í hjartað at síggja gleðina í hansara andliti, tá vit koma. Løtan, har hann nýtur at fáa vitjan, har hann veit, at í dag sleppur hann út ein túr. Á okkara bilitúrum fáa vit nógv at vita um tey ymsu støðini í býnum, ið vit ikki kendu søguna um. Látur og góðar søgur. Ella vit sita heima og hava eitt hugnaligt prát og fáa okkum ein góðan kaffimunn.
Fyrsta túrin vit vóru var tað fyrsta, hann segði: ”Sum hetta er fantastiskt, eg havi ikki verið úti í meira enn eitt ár!!!”
Linda og Henrik viðmæla at gerast vitjunarvinur:
“Um tú hevur hug at gleða eitt eldri fólk, vilja vit heilt vist viðmæla, at tú eisini meldar teg sum vitjanarvin hjá Reyða Krossi. Tað eru fleiri, ið kundu hugsað sær eina vitjan. Eg lovi tær, tað er ein sera vælgivin løta, ið tú gevur einum eldri fólki”, sigur Linda.
Hvussu gerist eg vitjanarvinur?
Hvussu gerist eg vitjanarvinur?
At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tú vitjar vin tín eina ferð um vikuna ella sambært avtalu. Hvør vitjan varir ein til tveir tímar.
Sum vitjanarvinur skalt tú vera í minsta lagi 18 ár, vera álítandi, vinalig/ur og virða menniskju, sum tey eru.
Hevur tú hug at gleða við vitjan? So útfyll frymilin niðanfyri í Samband vitjanartænastan.
Tú kanst eisini seta teg beinleiðis í samband við virksemisleiðaran í tínum øki fyri at hoyra meira.
Sí samskiftisupplýsingar niðanfyri í Virksemisleiðarar í Vitjanarartænstuni.
Vilt tú hava vitjan?
Vilt tú hava vitjan?
Kundi tú hugsað tær ein vitjanarvin?
So ber til at gera avtalu við Reyða Kross Vitjanartænastuna um at fáa vitjan av vitjanarvini eina ella tvær ferðir um vikuna, ella eftir avtalu.
Um hetta hevur tín áhuga, kanst tú venda tær til Reyða Kross Vitjanartænastan á frymlinum niðanfyri.
Vitjanarvinirnir hjá Reyða Krossi eru álítandi og hava tagnarskyldu.
Virksemisleiðarar í Vitjanartænastuni
Virksemisleiðarar í Vitjanartænastuni
Samband vitjanartænasta
Samband vitjanartænasta
Reyði Krossur hevur vitjanartænastu í nógvum kommunum í Føroyum.
Vit ynskja eisini at kunna bjóða vitjanartænastu aðrastaðni í Føroyum.
Um tú heldur, at tørvur er á vitjanartænastu í tínum býi ella bygd, og tú ynskir at seta hetta í verk saman við Reyða Krossi, er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Set teg í samband við vitjanartænastuna her: