Summarlegan

Summarlegan er fyri børn í aldrinum 9-12 ár. Summarlegan er fyrst og fremst ætlað børnum, sum av ymiskum orsøkum hava brúk fyri at koma á eina stuttliga, trygga og inkluderandi legu.

Á triðja ári á rað skipar Reyði Krossur fyri summarlegu. Í summar 2026 verður legan í deplinum í Skálavík í døgunum 5. til 10. juli.

Summarlega
Um leguna

Um leguna

Hvørjum er legan ætlað?

Summarlegan er fyri børn í aldrinum 9-12 ár. Summarlegan er fyrst og fremst ætlað børnum, sum av ymiskum orsøkum hava brúk fyri at koma á eina stuttliga, trygga og inkluderandi legu. Tað kann vera av fíggjarligum, sosialum, familiurelateraðum, sálarligum, fysiskum ella av øðrum ávum. Tað eru kanska børn, sum ikki ordiliga trívast, hava tað eitt sindur trupult ella strævið í skúlanum, heima, ella í øðrum felagsskapi. Ella tað kann vera børn, hvørs foreldur ikki hava møguleika at ferðast ella lata børnini fara á legu. Hetta eru tó ikki fortreytir fyri at sleppa við á leguna.

Hvat gera børnini á leguni?

Leguskráin verður bæði stuttlig og fjølbroytt, og vit leggja stóran dent á, at okkurt er fyri øll. Vit fara m.a. útferðir, at svimja, at hava ymiskar kreativar verkstovur og at syngja, spæla spøl og hugna okkum saman.

Dagarnir síggja soleiðis út:
Morgunmatur, fyrrapartsaktivitetur, døgurði, seinnapartsaktivitetur, fríløta, nátturði, fríløta og samling.

Hvør arbeiðir á leguni?

Øll tey vaksnu, sum arbeiða á leguni, eru sjálvboðin, t.e. tey eru ólønt, og tey eru við, tí tey vilja skapa góð, stuttlig og trygg summarminnir saman við børnunum. Á leguni møta børnini vaksum, sum hava tíð, orku og hug at geva umsorgan og nærleika. Hvør vaksin ansar tveimum børnum, og eru tað tey somu vaksnu, sum eru um børnini alla leguna.
Harafturat er eitt sjálvboðið køkstoymi, sum ger barnavinaligan, kreativan og føðsluríkan mat til børnini alla leguna.

Øll sjálvboðin lata inn barnaváttan og hava tagnarskyldu.

Sjálvboðin á leguni

Sjálvboðin á leguni

Til Reyða Kross Summarleguna er tørvur á fleiri sjálvbodnum, ið vilja geva teirra íkast fyri at skapa eina stuttliga, trygga og inkluderandi legu fyri børnum í aldrinum 9-12 ár. Tørvur er á sjálvbodnum, bæði til at taka sær av børnunum og til køkstoymið.

Harumframt er tørvur á sjálvbodnum at hjálpa til við reingerðingini aftaná leguna, t.e. seinnapart og kvøld tann 10. juli.

Hvat gera sjálvboðin á leguni?  

Fyri øll sjálvboðin handlar tað um at vera saman, skapa góðan felagsskap og geva børnunum góðar upplivingar og nýggj vinaløg.

Sum hjálparfólk, ið er um børnini, er tú við til at skipa fyri stuttligum og savnandi aktivitetum, t.d. útferðum og ítrivum, hugna um og práta við børnini, handfara ósemjur og geva børnunum og hinum sjálvbodnu nógv klemm og “high fives”. Vit hava tørv á nógvum ymiskum hjálparfólki, so óansæð um tú ert kreativ/-ur ella rokalig/-ur, dugir væl at siga frá søgum, spæla gittara ella at mála neglirnar, so ert tú vælkomin at søkja. Eitt hjálparfólk er til hvørji tvey børn, og tí er tørvur á 15 hjálparfólkum, gjarna bæði kvinnum og monnum, ungum sum eldri.

Sum sjálvboðin í køkstoyminum ert tú við til at gera øllum á leguni barnavinaligan, kreativan og føðsluríkan mat. At duga at inndraga børnini í matgerðina er ein fyrimunur. Tørvur er á 2-3 hjálparfólkum í køkstoyminum, gjarna bæði kvinnum og monnum.

Leguleiðslan hevur yvirskipaðu ábyrgdina, leggur yvirskipaðu karmarnar fyri leguna, og stuðlar hjálparfólkunum í teirra uppgávum. Leguleiðslan er longu mannað við trimum leguleiðarum, harav ein hevur verið í leguleiðsluni áður og tvey hava verið sjálvboðin á leguni.

Aldursmark: Hjálparfólk og køksfólk skulu vera 18 ár ella eldri, meðan leguleiðarar skulu vera 25 ár ella eldri.

Nær er legan og onnur fyrireiking? 

Legan verður hildin í døgunum 5. til 10. juli 2026. Leguleiðslan og øll hjálparfólkini møta ein dag fyrr (4. juli) at gera klárt og rigga av kvøldið tá legan endar (10. juli). Øll sjálvboðin gista á leguni.

Umframt sjálva leguvikuna vera tveir fyrireikingarfundir 28. mai og 11. juni 2026, ið sjálvboðin skulu luttaka á. Á fyrireikingarfundunum fáa sjálvboðin kunning um Reyða Kross og summarleguna, samverupolitikk, ósemjuhandfaring og GDPR, eins og fara vit at leggja leguna til rættis og býta ymiskar uppgávur í millum okkum.

Samlaða sjálvbodna íkasti hjá hjálparum og køksfólki er uml. 4-6 tímar til fyrireiking á fundunum, 4-6 tímar at fyrireika uppgávur og aktivitetir, umframt sjálva leguvikuna. Ein facebook bólkur verður til samskifti millum sjálvboðin.

Leguleiðslan brúkar millum 2-4 tímar um vikuna til fundir og fyrireiking frá mars til juli.

Søk um at vera sjálvboðin á summarleguni 2026

Søk um at vera sjálvboðin á summarleguni 2026

Hvussu komi eg við sum sjálvboðin? 

Longu nú ber til at søkja um at vera sjálvboðin. Samrøður við umsøkjarar vera leypandi og vera sjálvboðin útvald so hvørt. So tað at gera skjótt av! 🙂

Sjálvboðin fylla út Reyða Kross sjálvbodna avtalu, ið fevnur um tagnarskyldu og fráboðanarskyldu, at ein arbeiðir sambært endamálinum og teimum sjey aðalreglunum hjá Reyða Krossi, umframt at avtalan eisini fevnur um trygging av tí sjálvbodna. Eisini skulu sjálvboðin geva samtykki til at barnaváttan verður innheintað.

G.G. fyri at kunna koma við sum sjálvboðin, noyðist tú at vera til staðar alla leguna, umframt at taka lut á fyrireikingarfundunum í viku 22 og 24.

Reingeringsfólk eru undantikin luttøku á fyrireikingarfundum og at vera til staðar á leguni. Tó er møguligt bæði at vera sjálvboðin á leguni og at hjálpa til við reingerð, og í tí føri er luttøkan á leguni og til fyrireikingarfundir galdandi.

Søk um at gerast sjálvboðin við at útfylla frymilin:

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at skriva til summarlega@redcross.fo.

Tekna børn til leguna

Tekna børn til leguna

Hvør kann koma við á summarlegu?
Summarlegan er ætlað børnum, sum av ymiskum orsøkum hava brúk fyri at koma á eina stuttliga, trygga og inkluderandi legu. Tað kann vera av fíggjarligum, sosialum, familiurelateraðum, sálarligum, fysiskum ella av øðrum ávum. Tað kann eitt nú vera børn, sum ikki ordiliga trívast í skúlanum ella sum nýliga eru flutt til Føroyar og hava trupult við at fáa nýggjar vinir. Ella børn hvørs foreldur ikki hava fíggjarligt ella sosialt yvirskot at skapa góðar og mennandi upplivingar fyri børnini í langu summarfrítíðini, t.d. orsaka av heilsuligum avbjóðingum í familjuni, syskinum við serligum tørvi, manglandi netverki ella avmarkaðari fíggjarstøðu.

Umstøðurnar hjá børnum og familjum teirra eru ymiskar, og tað er tað pláss fyri á Reyða Kross Summarleguni.

Hetta eru tó ikki fortreytir fyri at sleppa við á leguna. Um tað enn eru tøk pláss eftir á leguni, tá legubyrjan nærkast, verður møguligt hjá øllum at søkja um pláss til sítt barn at luttaka á leguni.

Søk um pláss
Um tú ynskir at tekna eitt barn (ella fleiri), kanst tú senda inn umsókn við at útfylla frymilin niðanfyri.

Allar umsóknir verða individuelt viðgjørdar av leguleiðsluni, og kunnu vera viðurskifti ið gera, at umstøðurnar á leguni ikki eru nóg góðar í mun til tørvin hjá barninum. Grundleggjandi eru hesar treytir galdandi:

  • Børn skulu vera fylt 9 ár og ikki fylt 13 áðrenn legubyrjan.
  • Barnið skal megna at luttaka uttan ein-til-ein stuðul.

Gev gætur, at hóast søkt verður um pláss, er plássið ikki garantera fyrr enn umsøkjarin og foreldrini/verjin fáa játtan.

Verður tað so, at legan verður fult teknað, tilskila vit okkum rættin at velja tey børnini, sum vit meta hava størstan tørv á at koma við. Harafturat miðja vit eftir einum javnum aldurs- og kynsbýti á leguni.

Hevur tú spurningar, kanst tú skriva til leguleiðsluna á summarlega@redcross.fo