Søk um mat- og klædnahjálp
Obs. í viku 20 (11.-17. mai) verða matur og klæði ikki útflýggjað. Vit lata upp fyri umbønum aftur til í komandi viku (18.-24. mai)
Á frymlinum niðanfyri kanst tú biðja um mat og klædnahjálp. Dentur verður lagdur á, at tænastan er so dulnevnd sum gjørligt, tó mugu navn og telefonnummar skrásetast, fyri at kunna avgreiða umbønina.
Vit heita á øll um at virða treytirnar fyri mat- og klædnahjálp.
Bið um mathjálp
Bið um mathjálp
Tín umbøn er móttikin.
Tú fært ein teldupost við meira kunning.
Bið um klædnahjálp
Bið um klædnahjálp
Tín umbøn er móttikin.
Tú fært ein teldupost við meira kunning.
Hvussu geri eg?
Hvussu geri eg?
Øll, sum hava tørv á mat- og klædnahjálp, eru vælkomin at seta seg í samband við Mat- og Klædnahjálpina, so hvørt tey hava tørv á tænastuni, gjøgnum frymilin á hesi síðuni.
Matur og/ella klæðir verða útflýggjað einaferð um vikuna. Tíð og avheintingarstað verður upplýst, tá frymilin er fyltur út.
Bert eitt avmarkað tal av umbønum verða viðgjørdar hvørja viku. Av tí orsøk kann ein bíðitíð á tvær vikur koma fyri.
Treytir
Treytir
Nær kunnu fólk fáa hjálp?
Endamálið við tænastuni er at hjálpa fólki, sum hava tað fíggjarliga trongt – til dømis um tey verða rakt av sjúku, missa arbeiðið ella hava eina stóra óvæntaða útreiðslu, sum ger, at tey ikki hava ráð at keypa mat ella klæðir til síni børn.
Hóast Reyði Krossur fær góðan stuðul til tænastuna, so hevur hon við sær stórar útreiðslur, og sjálvboðin brúka nógva tíð. Tí er tað sera umráðandi, at endamálið við tænastuni verður virt, og at fólk ikki biðja um mat ella klæðir, um tey ikki hava tørv á tí.
Sum útgangsstøði ber í hægsta lagi til at biðja um klæðir tvær ferðir um árið, og um mat einaferð um mánaðin.
Hvar kemur hjálpin frá?
Klæðini koma frá endurnýtsluhandlunum hjá Reyða Krossi, og eru nágreiniliga útvald.
Ein partur av matinum verður latin í gávu frá stuðlum, meðan Reyði Krossur keypir restina (við peninginum, sum verður savnaður ígjøgnum søluna í endurnýtsluhandlunum ella aðrar innsavningar).
Hvør rekur tænastuna?
Mat- og klædnahjálpin verður rikin av einum toymi á umleið 7 sjálvbodnum, sum ólønt og sjálvboðið arbeiða fyri at hjálpa teimum, ið hava tørv á tí í Føroyum.
Passa klæðini ikki?
Um barnið ikki passar klæðini ella skógvarnar, verður tú vinarliga biðin um at lata hesi inn aftur til Reyða Kross. Klæðini eru nágreiniliga útvald, og kunnu koma øðrum barni til góðar, um títt barn ikki passar tey. Klæðini kunnu latast inn aftur við at koyra tey í eina klædnabingju viðmerkt “Klædnahjálpin” ella set teg í samband við okkum á klaednahjalpin@redcross.fo – so finna vit eina loysn.
Umbønir og útlutan
Umbønir um mat skulu vera okkum í hendi áðrenn kl. 12:00 hósdag, fyri at fáa mat sama dag. Seinri umbønir verða avgreiddar vikuna eftir.
Umbønir um klæðir skulu vera okkum í hendi áðrenn kl. 12:00 mánadag, fyri at fáa klæðir hósdagin í somu viku.
Útlutað verður eina ferð um vikuna, og tú sært í teldupostinum, nær tú kanst heinta.
Eitt avmarkað tal av umbønum kann útlutast hvørja viku. Tí kann bíðitíð koma fyri.
Mat- og Klædnahjálpin er stongd í ávís tíðarskeið á árinum (summar-, heyst-, jóla- og páskafrí, og aðrar heilidagar). Lýst verður á heimasíðuni.
Um Mat- og klædnahjálpina
Um Mat- og klædnahjálpina
Mat- og klædnahjálpin verður rikin av einum sjálvbodnum toymi, ið øll eru bundin av tagnaðarskyldu. Tó er neyðugt hjá Mat- og Klædnahjálpini at spyrja um praktisk viðurskifti so sum kyn, aldur, hvar í landinum, stødd á familju, stødd á klæðum o.s.fr. Hetta verður gjørt, fyri at veita best møguliga tænastu og fyri at gera tørvsmetingar.
Til ber at biðja um klæðir uml. tvær ferðir um árið, og um mat uml. einaferð um mánaðin.
Mathjálpin letur í høvuðsheitum frysti- og haldførar matvørur. Innihaldið kann vera skiftandi, men er fyri tað mesta ein samanseting av frystum kjøti, fiski og grønmeti, umframt rís, pasta og havragrýni. Ein matpakki inniheldur mat til fleiri máltíðir.
Klædnahjálpin letur klæðir, frá innast til uttast, til børn og ung upp til átjan ára aldur.
Mat- og Klædnahjálpin er stongd í ávís tíðarskeið á árinum (summar-, heyst-, jóla- og páskafrí, og aðrar heilidagar). Lýst verður altíð ovast á hesi síðuni í góðari tíð.
Stuðla Mat- og klædnahjálpini
Stuðla Mat- og klædnahjálpini
Fyritøkur og einstaklingar eru vælkomin at stuðla Mat- og Klædnahjálpini, eitt nú við góðari matvøru ella peningaligum ískoyti.
Ynskir tú at lata mat ella geva avsláttur á matvøru, skriva til okkara á redcross@redcross.fo ella ring 28 36 30.
Ynskir tú at stuðla Mat- og Klædnahjálpini við einari upphædd, ert tú vælkomin at flyta eina peningagávu og viðmerkja “M+K”. Sí kontonummur her. Hjartans tøkk fyri stuðulin.