Familjulegan / Intercultural Family Retreat

Árliga legan er ætlað familjum við tilflytara- og flóttafólkabakgrund og fleirmentaðum familjum — bæði teimum, ið nýliga eru flutt til Føroya og teimum, ið hava kallað Føroyar heim sítt í mong ár.

This annual retreat is designed for intercultural families and families with immigrant background—including both families who have newly moved to the Faroe Islands and those who have called the islands home for years.

Familjulega
Um familjuleguna / About Intercultural Family Retreat

Um familjuleguna / About Intercultural Family Retreat

Vælkomin á fjølmentanar-familjuleguna

Árliga legan er ætlað familjum við tilflytara- og flóttafólkabakgrund og fleirmentaðum familjum — bæði teimum, ið nýliga eru flutt til Føroya og teimum, ið hava kallað Føroyar heim sítt í mong ár.

Vikuskiftið býður uppá eitt meiningsfult og avslappandi umhvørvi við gleði, menning og styrktum sambondum. Skráin fevnir m.a. um:

  • Spennandi verkstovur
  • Skapandi og stuttligar aktivitetir fyri bæði børn og vaksin
  • Tónleik, spøl og felags máltíðir
  • Nógva tíð at slappa av og vera saman á óformligan hátt

Legan verður hildin í samsvari við aðalreglurnar hjá Reyða Krossi, ið fevna um menniskjaliga virðing, at vera ópartísk og óheft, og er opin fyri øllum fólkum, uttan mun til uppruna, støðu ella trúgv.

Mál og inklusjón

Høvuðsmálini á leguni eru føroyskt og enskt. Vit miða eftir at skapa eina legu har øll hoyra til og kenna seg vælkomin at luttaka.

Nær og hvar verður ferðin?

🗓️ Skriva dagarnar í kalendaran
📍 Nesvík, 9.–11. oktober 2026
📌 Kunning um tilmelding kemur seinni

Hví luttaka?

  • Hitt aðrar familjur, ið búgva kring allar Føroyar
  • Deil søgur og royndir
  • Bygg brýr og felagsskap tvørtur um mentanir
  • Njótið eitt hjartaligt og familjuvinarligt umhvørvi í vøkrum umstøðum

_______________________________________________________________________________________

Welcome to the Intercultural Family Retreat

This annual retreat is designed for intercultural families and families with immigrant background—including both families who have newly moved to the Faroe Islands and those who have called the islands home for years.

The weekend offers a meaningful and relaxing space for connection, joy, and learning. Our programme includes:

  • Engaging workshops
  • Creative and fun activities for both children and adults
  • Music, games, and shared meals
  • Plenty of time to relax and connect informally

The retreat is held in accordance with the Red Cross principles of humanity, impartiality, and neutrality, and is open to people of all backgrounds, regardless of origin, status, or belief.

Language and Accessibility

The main languages of the retreat will be Faroese and English. We aim to create an inclusive atmosphere where everyone feels comfortable participating.

Where and when does the retreat take place?

🗓️ Save the Date
📍 Nesvík, 9.–11. October 2026
📌 Information about registration will be provided later

Why Join?

  • Meet other families from across the islands
  • Share stories and experiences
  • Build community across cultures
  • Enjoy a warm, family-friendly environment in a beautiful setting
Tekna teg / Sign up

Tekna teg / Sign up

Tilmelding til Familjuleguna 2026 letur upp seinni

Familjulegan er fyri familjur* við tilflytarabakgrund – tað merkir, at í minsta lagi ein í familjuni skal vera tilflytari/flóttafólk ella hava tilflytara-/flóttafólkabakgrund.

Vit vilja gera tað fíggjarliga møguligt hjá øllum familjum at luttaka, og tí er prísurin 200 kr. fyri hvørja familju. Hetta fevnir um gisting, máltíðir og alt virksemi.

Pláss verða latin eftir “fyrst til mølle”. Samstundis vilja vit tryggja, at nýggjar familjur sleppa við. Tí eru umleið 50% av plássunum sett av til familjur, ið luttaka fyri fyrstu ferð. Familjur, ið hava verið við áður, kunnu verða settar á ein stuttan bíðilista, um neyðugt, so vit kunna halda eina góða javnvág.

Títt pláss er endaligt, tá tú fært eitt játtanarskriv við gjaldsupplýsingum.

Um tú hevur spurningar ella tørvar hjálp, send ein teldupost til familjulega@redcross.fo.

*Familjur fevnur um øll sløg av familjum – mamma og pápi, mamma og mamma, pápi og pápi, støk foreldur, ommur og abbar, verjar og meira. Øll sløg av familjum eru vælkomnar.

_________________________________________________

Registration for the Intercultural Family Retreat 2026 will open later

The Intercultural Family Retreat is for families* with an immigrant or refugee background – this means that at least one person in the family must be an immigrant/refugee or have an immigrant/refugee background.

We aim to make it financially possible for all families to participate, and therefore, the price is 200 kr. per family. This includes your stay, meals, and all activities.

Spots are allocated on a first-come, first-served basis. At the same time, we want to ensure new families get the chance to join. That’s why about 50% of places are reserved for first-time families. Returning families may be placed on a short waitlist if needed, so that we can keep a good balance.

Your registration if finalized once you receive a confirmation letter, including payment information.

If you have any questions or need help, please send an email to familjulega@redcross.fo.

*Families includes all types of families -mother and father, mother and mother, father and father, single parents, grandparents, guardians and more. All types of families are welcome.

Gerst sjálvboðin / Volunteer

Gerst sjálvboðin / Volunteer

Ver sjálvboðin á Familjuleguni fyri fjølmentaðar familjur 2026
Hevur tú hug at vera við til at skapa eina mennandi, hugnaliga og inkluderandi legu fyri familjur við ymsum mentanarbakgrundum í Føroyum? Vit leita nú eftir sjálvbodnum til familjuleguna fyri fjølmentaðar familjur, sum verður í Nesvík dagarnar 9.–11. oktober 2026.

Tørvur er á sjálvbodnum til ymiskar leiklutir – bæði til sosialt virksemi, til køkin og til leguleiðsluna.

Hvat gera sjálvboðin á leguni?
Øll sjálvboðin eru við til at skapa eitt trygt, jaligt og opið umhvørvi, har bæði vaksin og børn úr ymsum mentanum fáa møguleikan at hittast, knýta vinarbond og kenna seg vælkomin.

Sjálvboðin til sosialt virksemi
Tú ert við til at hjúkla um familjurnar og at skipa fyri stuttligum og savnandi tiltøkum – t.d. spøl, hugna og ítriv.

Sjálvboðin til køkin
Tú hjálpir til í køkinum og við praktiskum uppgávum – m.a. at matgera, seta á borði, rudda av og vaska upp.

Sjálvboðin í leguleiðsluni
Leguleiðslan hevur yvirskipaðu ábyrgdina av leguni. Leguleiðslan leggur karmarnar, stuðlar teimum sjálvbodnu, tryggjar góða samskipan og stuðlar undir trivnaða og struktur. Tørvur er á fólki, ið duga at halda yvirlit, og at arbeiða samstarvandi og fleksibult við ymiskum menniskjum.

Nær og hvussu nógv?
Familjulegan verður frá fríggjadegnum til sunnudagin 9.–11. oktober 2026. Øll sjálvboðin møta fyri leguna fríggjadagin 9. oktober at rigga til og gista í Nesvík til sunnukvøldið.

Umframt sjálvt leguvikuskifti, verða ein ella tveir fyrireikingarfundir áðrenn í august ella septembur, har sjálvboðin fáa kunning um Reyða Kross, leguna og sín leiklut. Vit fara eisini at arbeiða við samverupolitikki, ósemjuhandfaring, dátuverndarpolitikki og býta uppgávur millum okkum. Skeið í sálarligari fyrstuhjálp verður eisini fyriskipað til sjálvboðin.

Sjálvboðin luttaka á fundunum og brúka umleið 4–6 tímar til fyrireiking og samskipan. Leiðslutoymið byrjar arbeiðið longu í mai og hittist regluliga til fundir og at fyrireika.
Vit hava ein Facebook-bólk til samskifti millum sjálvboðin.

Treytir og umsókn
Aldursmark: Øll sjálvboðin skulu vera minst 18 ár. Ung yngri enn 18 ár kunnu hjálpa til saman við foreldrum ella avvarandi. Fyri at vera við í leguleiðsluni skal ein vera minst 25 ár.

Sjálvboðin fylla út Reyða Kross sjálvbodna avtalu, ið fevnur um tagnarskyldu og fráboðanarskyldu, at ein arbeiðir sambært endamálinum og teimum sjey aðalreglunum hjá Reyða Krossi, umframt at avtalan eisini fevnur um trygging av tí sjálvbodna. Eisini skulu sjálvboðin geva samtykki til at barnaváttan verður innheintað.

Søk longu nú um at vera við og ger mun á leguni!

Øll, ið søkja um at vera sjálvboðin verða boðin til eitt prát, og fáa síðani svar so hvørt.

We are seeking volunteers for various roles – including social activities, kitchen support, and the retreat leadership team.

What do volunteers do at the retreat?
All volunteers contribute to creating a safe, positive, and welcoming environment where both adults and children from different cultures have the opportunity to connect, build friendships, and feel a sense of belonging.

Volunteers for social activities
You will help host the families and coordinate fun and engaging activities – such as games, cozy hangouts, and creative workshops.

Volunteers in the kitchen
You’ll assist with preparing and serving food, setting tables, clearing up, and doing dishes.

Volunteers in the leadership team
The leadership team has the overall responsibility for the retreat. They set the framework, support the other volunteers, ensure smooth coordination, and help foster wellbeing and structure. We are looking for people who are organized, collaborative, and flexible, and who enjoy working with a diverse group of people.

When and how much time is required?
The retreat takes place from Friday to Sunday, 9.–11. October 2026. All volunteers arrive on Friday morning, 9. October, to help with setup, and stay in Nesvík until Sunday evening.

In addition to the retreat weekend, there will be one or two preparation meetings in August or September. During these meetings, volunteers will receive information about the Red Cross, the retreat, and their role. We will also cover topics such as our community guidelines, conflict resolution, data protection, and share out tasks. A course in psychological first aid will also be offered to all volunteers.

Volunteers are expected to attend the meetings and spend approximately 4–6 hours on preparation and coordination. The leadership team begins their work in May and meets regularly to plan the retreat.
Communication between volunteers takes place via a Facebook group.

Requirements and how to apply
Age requirements: All volunteers must be at least 18 years old. Young people under 18 may assist together with a parent or guardian. Leadership team members must be at least 25 years old.

Volunteers fill out the Red Cross volunteer agreement, which includes confidentiality and duty-to-report obligations, a commitment to work in accordance with the organization’s mission and the seven Fundamental Principles of the Red Cross, as well as coverage by volunteer insurance. Volunteers must also give consent for a child safety certificate to be obtained.

Application form will be out soon, but you can also apply by writing an email

All applicants will be invited for a short conversation, and will receive a response soon thereafter.

Skráin fyri leguna 2026 / See the programme for 2026

Skráin fyri leguna 2026 / See the programme for 2026

Kemur seinni / To be announced.