Keyp ein lutaseðil og ver við í lutakastinum um ein spildurnýggjan Mazda 6e - 100% el.
Tú kanst keypa so nógvar lutaseðlar, sum tú vilt. Hvør lutaseðil kostar 200 kr., og peningurin fer til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi.
Lutaseðlar kunnu keypast her á síðuni fram til kl. 20:00 leygarkvøldið 31. oktober.
Drigið verður lut ímillum øll, sum hava stuðlað síðan 3. oktober. Vinnarin fær beinleiðis boð undir sendingini.
Eisini ber til at ringja á 90 56 56 fram til og við 30. oktober og vera við í lutakastinum.
Vilt tú stuðla uttan at vera við í lutakastinum?