Tankin handan Reyðakrossbonkin er at skapa ein bonk, sum bæði hevur eina praktiska funktión og ber ein boðskap um samveru og nærveru.
Bonkurin kann til dømis standa við eina gongugøtu, uttan fyri ein stovn, í einum almennum øki, í einum garði ella aðrastaðni, har tað er gott at kunna seta seg, hvíla seg ella vera saman við øðrum.
Á bonkinum stendur: til sess – til samveru – til svøvn – til sjón – til skjól – til stuttleika
Bonkurin er sniðgivin av Elin P. Andreasen hjá NOVUS innrætting & design og er framleiddur av Havnar Træsmiðju. Hann er ætlaður bæði til innandura og uttandura nýtslu og er framleiddur við denti á góðsku og haldføri.
Mát:
Longd: 160 cm Dýpd: 47 cm Hædd: 90 cm
Bílegging og framleiðslutíð:
Beinkirnir verða framleiddir í framleiðsluumførum. Framleiðslutíðin er vanliga umleið ein mánaður frá tí, at eitt framleiðsluumfar verður sett í gongd.
Heinting og uppseting
Bonkurin verður heintaður hjá Havnar Træsmiðju. Keyparin stendur sjálvur fyri flutningi og uppseting. Til uttandura nýtslu verður mælt til, at bonkurin verður boltaður fastur.
GG: Um tú vilt keypa fleiri enn 2 bonkar, so kanst tú útfylla frymilin á: Reyðakrossbonkurin - Reyði Krossur