Fyrstahjálp í ferðsluni

kr

Tá tú tekur koyrikort, skalt tú hava fullført eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni.

Fyrstuhjálparskeið í ferðsluni er góðkent til koyrikort til bil, motorsúkklu, prutl og traktor.

Ásett eru tvey ymisk skeið, um tú skal taka fyrstuhjálparskeið í samband við koyrikort:

1. Góðkent til koyrikort til bil, motorsúkklu og traktor.

2. Góðkent til koyrikort til prutl.

Skeiðið fevnir millum annað um:

  • Hjarta-lunga-bjarging við hjálp av AED (hjartastartara)
  • Tey fýra høvuðspunktini
  • Ferðsluvanlukkur
  • Lívshættisligar bløðingar
  • Brot á armar og bein
  • Skaðar á nakka, rygg og høvd
  • Fyribyrging av ferðsluvanlukkum
  • Burturbeining av fremmandalikami úr andaleiðini

Fyrstuhjálparskeið í ferðsluni er 8 tímar til longdar.

Kostnaður er 650 kr. fyri hvønn luttakara.

Fyritøkur, stovnar og bólkar kunnu venda sær til Reyða Kross fyri at fáa eitt tilboð.

Kanska dámar tær hettar

Vørur