Um endurnýtsluna

Endamálið við endurnýtsluni er at savna pening inn til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í Føroyum og kring heimin. Harumframt er endurnýtsla við til at tálma umhvørvisdálking og tryggja, at góðar vørur fáast fyri ein rímiligan prís.

Genbrugstoej Paa Knager 768X510 1

Reyði Krossur hevur fimm endurnýtsluhandlar. Eina bókasølu í Vágsbotni í Tórshavn, klædnahandil á Bryggjubakka í Tórshavn, klædnahandil í Stiðjagøtu í Tórshavn, ein klædna- og lutahandil í Klaksvík og ein klædna- og lutahandil í Vági.

Vit savna inn góð og heil brúkt klæðir, brúktar skógvar og taskir í endurnýtslubingjur okkara kring landið. Sí Bingjur fyri nærri lýsing um, hvar hesar standa.

Vit skilja klæðini og síðan selja vit tey í okkara endurnýtsluhandlum. Eisini nýta vit nøkur av klæðunum í Mat- og Klædnahjálpini, har vit hjálpa føroyskum familjum, ið hava hjálp fyri neyðini. Fáa vit ikki selt klæðini í Føroyum, verða tey send til Týsklands til endurnýtslu.

Vilt tú gerast sjálvboðin í endurnýtsluni?

Vilt tú gerast sjálvboðin í endurnýtsluni?

 

* kravdur teigur
Hvar ynskir tú at gerast sjálvboðin?