Í nógv ár hava sjálvboðin við nærlagni vaskað, bøtt, strekt og gjørt klárt brúkta ullvøru. Arbeiðið hevur verið gjørt í stillum, men hevur verið ein týðandi partur av endurnýtsluvirkseminum í mong ár.
Við heitinum Ullarslóð hevur arbeiðið nú fingið greiðari rammur og er eisini vorðið sjónligari fyri kundum í handlunum. Ullvøran verður merkt fyri seg og seld í Reyðakrossbúðunum.
Troyggjurnar bera spor av føroyskum hondverki og mentanararvi og eru serliga væl umtóktar hjá ferðafólkum, sum seta prís upp á føroyska ull og siðbundið handarbeiði.
Ullarslóð er ein partur av endurnýtsluvirkseminum hjá Reyða Krossi og er við til at gagnnýta tilfarið og stuðla hjálpararbeiðinum hjá felagsskapinum.