Bingjurnar verða tømdar hvørja viku, undantikið aðruhvørja viku í Suðuroynni og á Sandi.
Innsavnaðu klæðini verða avskipað til skiljingar í Stiðjagøtu. Klæðini verða skild soleiðis, at ein partur fer til Klædnahjálpina, ein partur til endurnýtsluhandlarnar á Bryggjubakka, í Stiðjagøtu og í Vági, meðan ein partur verður seldur til klædnaendurnýtslu í Týsklandi.
Okkum tørvar fleiri sjálvboðin at hjálpa til við endurnýtlsluni. Kundi tú hugsað tær at roynt teg sum sjálvboðin í Reyða Krossi, hoyra vit fegin frá tær. Tekna teg HER.
Virksemisleiðarir
Innsavning:
Reyði Krossur: 283630
Skiljing:
Inga Joensen, tlf. 274842
Hvussu taki eg lut
Tú er vælkomin at luttaka við at seta teg í samband við Ingu ella senda okkum eini boð við frymilinum her á síðuni.