United World College Red Cross Nordic

Pagetop Uwc 3

Hevur tú

• hug og áhuga fyri at fáa studentsútbúgving í altjóða høpi?
• hug at uppliva og gerast partur av einum spennandi og mennandi altjóða undirvísingarumhvørvi?
• áhuga fyri mannarættindi og umhvørvi?

Ja, so hevur tú møguleika at søkja um upptøku á United World College, ið liggur umleið 100 km norðan fyri Bergen.

United World College Red Cross Nordic (UWC RCN) bjóðar einum føroyskum skúlanæmingi at taka eitt altjóða studentsprógv, kallað IB (International Baccalaureate) á einum altjóða studentaskúla í Dale í Noregi. Treytin fyri at søkja er, at tú á sumri 2026 hevur lokið fyrsta árið í eini 3 ára gymnasialari miðnámsútbúgving.

IB (International Baccalaureate) er ein altjóða gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 2 ár. Eitt IB prógv gevur somu rættindi innan hægri framhaldslestur, t.e universitet og líknandi, sum eitt føroyskt studentsprógv.

Endamálið hjá UWC RCN-skúlanum er at virka fyri altjóða friði og burðadyggari framtíð. Hetta verður m.a. gjørt við, at næmingar úr umleið 80 ymiskum londum búgva og lesa saman í skúlanum.

Studni rindar skúlagjald umframt gjald fyri innivist í skúlanum. Hetta merkir, at umsøkjari ikki samstundis fær stuðul frá Studna sum útibúgvandi.

Til ferð aftur og fram millum Føroyar og skúlan rindar Studni 3.100 krónur um árið (2026).

Nærri upplýsingar um skúlan fært tú við at venda tær til UWC Føroyar á telefon 555037, ella til lestrarvegleiðingina í skúlanum, har tú gongur. Tú kanst eisini finna fleiri upplýsingar um skúlan í Noregi á hesi heimasíðuni: uwcrcn.no.

Videofilmur um skúlan á Youtube: https://www.youtube.com/watch?v=u-uirf22nuQ

Upplýsingar um skúlan eru eisini at finna á Facebook.

Upplýsing um at søkja kemur seinni á síðuni.