| Húsið |
|
Húsið - verður brúkt av nærum øllum aktivitetsbólkum undir Reyða Kross. Vit samla inn klæðir og lutir, vit skilja og pakka. Vit samlast til skeið og fundir, hava góðar møguleika við internet og uppvørpu. Vit hava nakrar ferðir um árið loppumarknað í húsinum og um summarið uttanfyri í Vágsbotn. Bókasølan er í kjallaranum og móttøka hvønn mikudag av klæðum og lutum er eisini í kjallaranum.
|
