| Handilin |
|
Endurnýtsluhandil Endurnýtsluhandil við klæðum, skóm og brúkslutum hevur inngongd frá Bryggjubakka. Handilin hevur opið í juli 2010 mánadag til fríggjadag kl. 13:30-17:30 og leygardagar kl. 11:00-14:00. Handilsleiðari er Gunnvør Joensen. Hjálparleiðari í juli 2010 er Marjun Tróndarson Um áhugi er fyri at verða við í einum hugnaligum handilstoymi, er tú vælkomin at ringja til Gunnvør 287119 ella 283621 Øll arbeiða sjálvboðin, soleiðis at innkomni peningur kann óskerdur brúkast til hjálpararbeiði. |
