|
Zimbabwe eitur eitt land sum liggur í sunnara parti av Afrika. Har búgva uml 12,2 mió fólk. Tey eru tað fólkaslag, sum eru svárast rakt av sjúkuni Hiv/Aids - 3 hvør vaksin er smittaður av hesi herviligu sjúku, soleiðis at miðalaldurin er 35 ár. Umleið 1,5 mió børn undir 15 ár eru vorðin faðir og móðurleys. Reyði Krossur í Danmark hevur gjørt av at hjálpa hesum børnum og vilja vit í Føroyum gera okkara til, at hesi børn fáa eitt betri lív. Vilt tú hjálpa okkum at hjálpa hesum børnunum, kanst tú seta teg fyri at gjalda eitt fast gjald um mánaðin kr. 125,00. Fyri hesar pengar fáa børnini: Mat (majsmjøl, matolju, bønir og proteinríkt korn til greyt) Klæði og teppi Skúlapengar og skúlaklæði Vitjan frá sjálvbodnum "Reyða Kross" fólkum Heilivág Hjálp at finna familiu Kunning um rættarstøðu og møguleikar at leita sær hjálp Stuðul og vegleiðing í tí dagliga Nakrar ferðir um árið fær tú kunning og at vita um hvussu gongur við arbeiðinum at hjálpa. Um tú ynskir meira at vita, kann tú seta teg í samband við Jónu Mortensen
Denne emailadresse er beskyttet mod programmer som samler emailadresser. Du skal aktivere javascript for at kunne se adressen.
|